Botnfiskurin letur ikki til at koma fyri seg enn. Avreiðingarnar av botnfiski eru tilsamans áleið á sama støði tríggjar teir fyrstu árfjórðingarnar í ár sum sama tíðarskeið í fjør, sigur Hagstovan.
Av toski og upsa er sama nøgd landað higartil í ár, meðan hýsunøgdin er vaksin 15 %. Nøgdin á flatfiski er vaksin ein lítlan triðing í ár.
Tað sæst á virðinum á avreiðingunum, at prísirnir fyri botnfiskin roynast eitt vet verri í ár enn í fjør. Tó er avreiðingarvirðið nakað frægari á allari veiðuni í ár. Tað er virðið á flatfiskinum, sum dregur virðið upp.
Fyrstu tríggir ársfjórðingarnir í ár geva eina ábending um, at feskfiskaveiðan í ár heldur ikki fer at hilnast væl. Afturgongdin, sum hevur verið í avreiðingunum seinastu árini, heldur fram.
Tað hevur verið ein støðug afturgongd í avreiðingunum seinastu 15 árini. Úr 1993 til 1996 vaks botnfiskaveiðan úr beint undir 50.000 tonsum til 65.000 tons. Har helt hon sær fram til ár 2001, tá hon fór upp í umleið 73.000 tons og í 2002 upp í beint yvir 90.000 tons. Síðani hevur tó verið afturgongd ár um ár, inntil 2013, tá botnfiskaveiðan var sløk 38.000 tons, og har hevur hon ligið síðani. Serliga er tað hýsan og upsin, sum eru blivin burtur. Toskaveiðan hevur ligið á leið á sama støðið seinastu 10 árini.