Eg ímyndi mær eitt uppskot, har kommunurnar frítt kunnu áseta teirra botnfrádrátt, tó við einum hægsta marki upp á 65.000 krónur
Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í einum svari til Boga Andreasen, sum hevur havt sæti á tingi fyri Fólkaflokkin. Bogi Andreasen er eisini býráðslimur í Havn, valdur fyri Tjóðveldi, men skifti í fjør yvir til Fólkaflokkin.
Bogi Andrasen spurdi Jørgen Niclasen, um hann hevur ætlanir um at taka stig til, at lógarverkið verður broytt soleiðis, at kommunum verður heimilað at broyta skattafría botnfrádráttin í kommunuskattinum. Hann spurdi eisini, um kommunum er heimilað at lata barnafrádráttin í kommunuskattinu sum eitt útgjald heldur enn ein frádrátt.
Jørgen Nicalsen segði, at tað kann tykjast undrunasamt, at kommunur ikki sjálvar sleppa at broyta teirra botnfrádrátt.
Fyri at kommunu skulu fáa heimild at broyta botnfrádráttin krevst, at broytingar verða gjørdar í skattalógini og ásetingarlógini. Tað er ikki trupult at gera lógaruppskot, ið skapar heimild til kommunur at áseta teirra egnu bontfrádráttir, segði Jørgen Niclasen í svarinum.
Hann segði eisini, at tað er greitt, at um kommunur í hvør sínum lagi fáa loyvi at áseta teirra botnfrádrátt, so skulu broytingar gerast í fleiri telduforritum.
Eg havi biðið fyrisitingina kanna, hvussu umfatandi hetta arbeiði er, og hvussu nógv tað væntandi kemur at kosta. Tá eg havi fingið neyðugu útgreiningarnar frá fyrisitingini, fari eg at tilevna eitt uppskot til politisku skipanina at viðgera. Eg ímyndi mær eitt uppskot, har kommunurnar frítt kunnu áseta teirra botnfrádrátt, tó við einum hægsta marki upp á 65.000 krónur, segði hann.