Botnfrekt

- Tað er júst tá tað stendur mest á, at tú skalt royna nakað óvæntað, helt Alexandur Johansen, sum uttan iva var ein av stóru hetjunum á Skála mikukvøldið

leikaraprát

Frekasta detaljan í dystinum á Skála mikukvøldið, var uttan iva, tá Alexandur Johansen hálvgum forhánisliga slepti einum brotskasti framvið Dejan Lacok í VÍF-málinum.
Støðan var tá 22-21 til StÍF, og VÍF hótti av álvara við at fara avstað við sigrinum ? og harvið finaluplássinum.
Ivaleyst ikki akkurát tann støðan, har venjarin vil hava sínar leikarar at royna nakað smart, men tað tóktist so ikki nerva lítla leikaran við stóru hondbóltsevnunum.
- Sjálvandi stóð nógv á, og eg hevði øgiligar nervar, tá eg skuldi skjóta. Men so hugsaði eg við mær sjálvum, at tað eisini stóð nógv á hjá málverjanum, og ofta er tað akkurát í slíkum støðum, at tú skalt royna okkurt svakt, so tað gjørdi eg. Og tað lukkaðist so eisini, segði ein stórsmílandi Alexandur, tá hann var ávegis móti skiftirúminum.