Fótbóltur
Talan var ikki um ta heilt stóru fótbóltsupplivingina, tá VB/Sumba vitjaði á Skála sunnudagin. Tað munnu gestirnir sum so eisini leggja vertin á, tí við einum stigi hildu teir fast um góðu gongdina, sum seinastu tríggjar dystirnar hevur kastað fimm stig av sær. Fimm stig, sum innibera, at munurin upp til niðurflytingarstrikuna alsamt er minkaður.
Hesa fer var eisini nær við, at øll stigini fóru suður um Suðuroyarfjør. Gamli málrevurin, Birgir Jørgensen var skjótur á bóltinum, tá Teitur Tausen stútaði hornaspark móti málinum, og stóð 1-0 til gestirnar.
Tann støðan helt sær, til seinni hálvleikur var um at vera hálvrunnin. Spælið hjá Skála hekk ikki serliga væl saman, og tað tóktist meira sannlíkt, at gestirnir skuldu økja um leiðsluna, tá teir fleiri ferðir kontraðu við fullari ferð móti heimaliðnum.
Tí var tað heldur merkisvert, at málið hjá Skála kom eftir kontraálop. Obi og Pauli G. Hansen stóðu fyri uppspælinum, og so kundi Kaplananovic senda bóltin í netið, eins og hann eisini gjørdi tað, tá Skála fyrr í vár vann dystin móti VB/Sumba í Vági.
Fortreyt fyri yvirliving
Hjá VB/Sumba var dysturin fyrst og fremst tekin um, at liðið nú av álvara er við at stríða seg úr botninum.
Eftir at liðið fyrstu nógvu umførini tóktist fullkomuliga víst í einum niðurflytingarsessi, hava spælararnir veruliga reist seg seinastu dystirnar. Hugburðurin hevur verið, sum tað sømir seg hjá einum liði, ið stríðist fyri lívinum, og tað hevur eisini havt munandi batar í spælinum við sær.
Um tað verður nóg mikið at bjarga tilveruni í deildini er so eitt annað mál. Men fortreytin við at menn stríðast, er í øllum førum uppfylt.
Hjá Skála bendir hinvegin á, at liðið í mangar mátar verður partur av ongamannalandi í ár. Vána byrjanin bar við sær, at liðið mest sum alt fyri eitt misti møguleikan at leita heilt upp móti heiðursmerkjunum, og enn er tað væl niðurflytingarstrikan, sum teir skulu ansa mest eftir.
Seinastu mánaðirnar hevur liðið tó lyft seg væl frá somu striku, og tí kann tað kanska verða ein trupulleiki hjá monnunum, um teir ikki eru nóg motiveraðir til dystin. Hesa ferð stríddust teir væl, men spælið hekk í alt ov lítlan mun saman. Møguliga kann ein bati verða, um John Petersen sjálvur fer á vøllin. Venjarin kann flyta spæliloyvið til Skála í dag, og hann er neyvan tann vánaligasti trumfurin at senda á vøllin í eini knappari vending.