Í gjárkvøldið lyfti Víkingur seg við 4-2 sigri á KÍ í Klaksvík á norðoyastevnu seg fram á bronsuplássið. Víkingur hevur 16 stig, og á næstu plássunum eru NSÍ við 14 stigum og EB/Streymur og KÍ við 13 stigum. ÍF hevur 12 stig.
Í dag eru fýra dystir á skránni: ÍF-HB, NSÍ-Skála, EB/Streymur-B68 og B36-AB.
Í botninum hevur Skála 5 stig, AB 7 stig og B68 9 stig. Felags fyri hesi trý liðini er, at tey seinnapartin skulu spæla á útivølli, og at tað ikki verða roknaðar at vera góðar vánir fyri, at tey skulu vinna úrtøku.
Burtursæð frá framúr støðugu avrikunum hjá toppliðnum báðum – B36 og HB – so hevur tað hjá øllum hinum higartil verið upp og niður. Harvið siga royndirnar, at tað ikki kann útihýsast, at okkurt úrslit seinnapartin verður øðrvísi, enn stigatalvan leggur upp til, at tað skal verða.
Tað verður sagt frá góðum fótbóltslíkindum seinnapartin. Lágættarlotið verður so mikið lítið, at tað fer ikki at arga fótbóltsspælið, hitin verður millum 8 og 11 stig, tað verður turt og sólin fer at kaga undan viðhvørt.