FC Suðuroy eigur framvegis fyrsta sigurin til góða. Sambært støðutalvuni eigur møguleikin at vera størri fyri úrtøku hesa ferð enn so ofta áður. B68 er næstaftast, og tað sigur seg sjálvt, at toftamenn eru svangir.
Á nýggja graslíkinum eydnaðist tað TB undan summarsteðginum at javna til 1-1 í evstu løtu. Tað kendist sum stórt vónbrot hjá B68. Í summarsteðginum hevur ein 22 ára gamal danskari, Jon V. Andersen vant á Svangaskarði, men enn hevur einki verið at frætt um, at nakar nýggjur skal hjálpa til. Keita er tøkur aftur, meðan Kamara framvegis er langtíðaskaddur.
Christian Høgni Jacobsen og Jóhan Dávur Højgaard eru leikbannaðir.
Hjá FC Suðuroy er tað komið dátt við, at verjuálitið, Heini Vatnsdal, er so mikið skaddur, at hann ikki verður við næstu vikurnar.
B68-FC Suðuroy: Rói Jacobsen sunnudagin klokkan 15.00.