Botnurin vitjar toppin

1.DEILD: Tveir dystir í næstbestu deildini vera íkvøld

Klokkan 19 í kvøld fer bólturin á rull í fjórða umfari í næstbestu fótbóltsdeildini. Tveir dystir vera í kvøld, og hinir tríggir vera í morgin.

Eftir trý umfør er Víkingur ósigrað topplið. Saman við 07 Vestur og KÍ hevur Víkingur sjey stig fyri tveir sigrar og ein javnleik. Víkingur hevur málmunin +7, meðan hini bæði ósigraðu liðini hava málmunin +4.

Í kvøld fær Víkingur vitjan av B36, sum eftir trý umfør er aftast og framvegis bíðar eftir fyrsta sigrinum. B36 hevur eitt stig.

Hin dysturin verður í Gundadali. HB fær vitjan av NSÍ. Bæði liðini hava trý stig eftir ein sigur og tvey tap.

Hinir tríggir dystirnir vera í morgin: KÍ – B71, EB/Streymur – 07 Vestur og B68 – Skála.

 

Í kvøld:

Víkingur – B36: Jóhan P. Michelsen kl. 19.00

HB – NSÍ: Rúni Olsen kl. 19.00