Botnvánaligt

Verjurnar stóðu seg væl, men annars er lítið positivt at siga um oddabrakið í Vestmanna, sum fyri tað mesta líktist einum botndysti

Hondbóltur

Lagt var upp til satt brak í Vestmanna sunnudagin. Talan var um toppdyst í bestu kvinnudeildini, har tey bæði bestu liðini skuldu gera av, hvørt teirra skuldi leggja seg á odda í deildini, og tí var einki løgið, um áskoðararnir høvdu stórar vónir til dystin.
Men vónirnar vórðu ikki uppfyltar ? og nakað so langt ífrá. Tvørtur ímóti vórðu áskoðararnir vitni til ein óvanliga vánaligan hondbóltsdyst, har mistøkini vóru ófatuliga nógv í tali, og har leikferðin ongan tíð náddi teimum hæddum, sum tað av røttum kann roknast við í slíkum dysti.

Rótut
Hóast spælið á vøllinum sjáldan nakað at reypa av, so skerst tó ikki burtur, at spenningurin um úrslitið alla tíðina var stórur. Frá byrjan av dystinum fylgdust liðini bæði á máltalvuni, og við denti á tøttu verjurnar eydnaðist í øllum førum at avmarka talið av bóltum, sum funnu vegin fram til meskarnar. Stjørnan fekk tó ein lítlan glotta, tá stutt undan steðginum togaðu seg trý mál framum, og sum dysturin tá hevði tikið skap, so kundi tað bent á, at talan her gjørdist um eina avgerandi leiðslu.
Men tað var VÍF als ikki við uppá. Komnar út til seinna hálvleik var heilt annað lag á hjá teimum. Umframt verjupartin, har tær framvegis løgdu størsta dentin, so fekst nú eisini ferð a´kontra-spælið, og eftir lítlari løtu høvdu tær aftur fingið javnvág í roknskapin. Ivaleyst var júst hetta frægasta løtan hjá VÍF í dystinum, men onkursvegna, so sleptu tær so aftur fullkomuliga, tá tær høvdu vunnið seg ájavnt Stjørnuni.
Og so gekk restin av dystinum í sama tempo. Eingin leikari tóktist megna at lyfta liðfelagar sínar, soleiðis at nakað meira av flogi kundi koma yvir álopsspælið, og nógvu nærdystirnir viðførdu í fleiri førum steðgir og útvísingar, sum eisini viðvirkaðu til, at hvørgin av pørtunum nakran tíð fann nakra rútmu.
Alt meira bendi tað tann vegin, at Stjørnan skuldi fara avstað við sigrinum og oddasessinum, og tá tær so tveir minuttir undan leikloki løgdu seg tvey mál á odda, so tóktist allur ivi vera burtur. VÍF megnaði tó at fáa spenning í aftur, tí eftir at hava minkað um munin, so fingu tær eisini møguleikan til eitt seinasta álop, men hesin møguleikin var spiltur, og so gjørdist ikki meira. Stjørnan fór við sigrinum og stigunum, og nú eru tað tær, sum eru á odda.

Oddadystir fyri framman
Spurningurin er so, hvussu leingi tær kunnu halda fast um oddasessin. Skal metast eftir spælinum hesaferð, so verður tað ikki serliga leingi, men tað er tó lítið at ivast í, at tær fara at spæla onkran dystin betri enn hendan. Fyrskomandi høvið til hetta verður í Havn næsta vikuskiftið, tá tær vitja hjá Neistanum, og tað líkist enn einum oddadysti.
Hjá VÍF verður steðgurin til næsta dyst enn styttri. Longu hósdagin skulu tær spæla móti VB. Fyrst og fremst, so er talan tá um dyst, sum skal gera av, hvat liðið skal fylgja við Stjørnuni í oddinum, og so er spurningurin, hvørt undirhaldsvirðið tá verður nakað hægri, enn tað var sunnudagin.

Dysturin í tølum
VÍF-Stjørnan 15-16 (7-10)
Málskjúttar
VÍF: Ioana Rápa 6(1), Nikolina Eyðbjørnsdóttir 4, Jacklin Durhuus 2, Irina Radovici 2, Sóley Mikkelsen 1
Stjørnan: Joan M. Djordjevic 4(2), Anna Kristina Samson 4, Annika Ljósstein 3, Katarina Stepanovic 3(1), Jastrid Gullaksen 2
Brotskøst: VÍF 1, Stjørnan 6
Útvísingar: VÍF 7, Stjørnan 4
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum. Royndu alla tíðina at halda fast um hørðu linjuna, og í rótutu uppgerðini var hetta ikki alla tíðina líka lætt.