- Buuuhhh, Åååhhh, Hahahaha!<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>
- Hatta er gott, men roynið og flennið eitt lítið sindur harðari. Roynið aftur.<o:p></o:p>
Rúni Kjær hevur eina umráðandi uppgávu undir framleiðsluni av nýggju føroysku undirhaldssendingini, sum verður send hvørt leygarkvøld komandi tíðina undir heitinum "Botnurin". Á borðinum framman fyri sær hevur hann skeltir við nøkrum sagnorðum í boðshátti. "Flenn!", "Klappa!" og "Jubla!" stendur á teimum skeltunum, sum oftast verða hildin upp í loft, nú Rúni Kjær roynir at hita áskoðarafjøldina upp, fimm minuttir áðrenn myndatólini verða tendrað og teir báðir Tróndur og Jens Tummas seta ferð á spurnarkappingina.<o:p></o:p>
Ígjøgnum alla sendingina er Rúni tann, sum ræður fyri hvussu áskoðararnir ljóða.10. flokkurin, sum hesuferð situr á áskoðaraplássunum, er rættiliga dugnaligur til at akta sketlini, men Rúni Kjær fílist á desibelstøðið hjá ungu røddunum, sum sýnist at lækka sum sendingin líður.<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
Uppgearaðir vertir<o:p></o:p>
Tað gera røddirnar hjá vertunum hinvegin ikki. Eftir eina heldur stirvna byrjan, har teir seks luttakararnir í spurnarkappingi virka eitt sindur fjálturstungnir, kemur rættilig gongd á í seinnu helvt av sendingini, ikki minst takkað verið James Olsen og hansara lætta lyndi. James og Lena Andersen eru nýggju liðskipararnir í sendingini, eftir at Jenny Petersen og John Petersen hava staðið á odda fyri hvør sínum liði í teimum fyrstu tólv sendingunum.<o:p></o:p>
At hetta er 18. ferðin sendingin verður tikin upp, sæst ikki aftur á vertunum. Teir eru fullir av orku og geara hvønn annan og luttakararnar upp. Onkuntíð hava teir hug at siga okkurt minni borðbart, men tað eydnast sum oftast produsaranum, Ingibjørg Jacobsen, at halda í oyruni á teimum, áðrenn teir fara útum mark.<o:p></o:p>
- Tað er ringt at vita nær man skal tiga. Onkuntíð byrja vit uppá eina joke, men so verður rópt í oyrasniglinum, at vit skulu steðga. Hesaferð var tað til dømis hin um blondinuna, sum.... nei, lat meg einki siga, sum varð stegðað áðrenn Tróndur fekk fortalt hana lidna, hugleiðir annar av vertunum, Jens Tummas, eftir at sendingin er liðugt upptikin, og vit hava fingið teir undir átta eygu.<o:p></o:p>
- Ja, tá tað koyrir væl og adrenalinið pumpar er tað skjótt at siga okkurt, sum man ikki burdi sagt, sigur hin uniformklæddi verturin, Tróndur Vatnhamar.<o:p></o:p>
<o:p></o:p>