Boys In A Band á Summar Festivalin

Orkufulli rockbólkurin úr Eysturoynni, sum hevur gjørt vart við seg úti í heimi, fer at spæla á Summar Festivalinum í august Boys In A Band hava seinastu smáu trý árini verið nakað av tí besta og mest framrættaða, sum føroyskur rocktónleikur hevur havt at bjóða.

Boys In A Band er tiltiknir fyri sínar lívligu framførslur, og úti í heimi hava fólk eisini verið hugtikin av føroyska rockbólkinum. Í 2007 vunnu Boys In A Band altjóða kappingina Global Battle Of The Bands, og tað var eitt bragd av teimum heilt stóri. Síðani hevur bólkurin eisini spælt á Roskilde Festivalinum, Spot, Airwaves í Íslandi og aðrstaðni.

Alt byrjaði í september mánaði í 2006, og sama ár vóru Boys In A Band valdir til Besta nýggja bólk á Planet Awards. Árið eftir vóru avrikini so sannførandi, at bólkurin varð valdur til Besta bólk á sama tiltaki.

Í fjør spældu Boys In A Band sína fyrstu fløgu inn. Hetta gjørdu teir saman við kendum framleiðara í studio í London. Burturúr kom útgávan Black Diamond Train, sum varð givin út í fjørsummar.

Og nú skulu Boys In A Band eisini spæla á landsins størsta tónleikatiltaki. Boys In A Band verða við, tá Summar Festivalurin verður hildin í august mánaði.