Brúðarferðin loynilig fyri brúðgóminum

Elisabeth M. Johannesen og Hans Magni Danielsen

Brúðarfylgi fer eisini um Skopunarfjør um Ólavsøkuna. Leygardagin 26. juli giftast Elisabeth M. Johannesen og Hans Magni Danielsen í Sands Kirkju. Aftaná verður veitsla í Eydnuni á Oyrarbakka fyri 240 gestum. Tey bæði hava gingið saman í seks ár, búgva í Norðskála og eiga tvey smá børn, sum verða brúðarbørn hendan stóra dagin.

Til matna í Eydnuni verða fýra rættir, sum Kristvin Jacobsen frá Føroya Tele hevur ábyrgdina av. Afturvið verður vín og sodavatn og seinni verður barr. Kendu tónleikararnir Kim Hansen, James, Pauli og Jens Marni spæla til dansin.

30 ára gamla Elisabeth hevur keypt sær ein hvítan brúðarkjóla niðri, og 40 ára gamli Hans Magni fer í føroysk klæði.

Tað var eisini í Danmark, at tey funnu hvønn annan á sinni. 15. september í fjør, á 30 ára føðingardegnum hjá Elisabeth bjóðaði Hans Magni henni ein góðan bita á Gourmet. Aftaná fór hann so á knæ og bað um hond hennara

Elisabeth hevur fyrireikað eina brúdleypsferð uttanlands fyri alla familjuna – men Hans Magni veit ikki, hvagar leiðin gongur, tí tað skal vera eitt yvirraskilsi, sigur hon.


Blómur: Bóndarósur, orkidéir, hortensia og sev av Sandi

Litir: Svart, lime, hvítt og myrkablátt