Henda framsýning varð væl vitjað.
- Vit vóru nokkso bilsnar av, at fleiri fólk ongantíð høvdu sæð hesar myndir av sær sjálvum, sigur Magna Thomasen.
Á framsýningini var millum annað brúðarmyndin av Honnu og Henry Ziska, og tær fór at siga dóttrina Beintu frá hesi vøkru mynd.
- Hon kendi einki til nakra brúðarmynd av foreldrunum og bað um at fáa myndina at geva mammuni. Soleiðis kom brúðarmyndin frá 17. Desember 1955 av Honnu og Henry upp á veggin at hanga, tá ið brúðurin fylti 90 ár tann 26. juli 2010, sigur Magna.
Henry doyði í 2004.
Magna og Hanna hava nú fingið skannað alar umleið 5000 myndirnar úr Thule Bókhandli, og tað hevur mangan verið eit torført arbeiði. Pláturnar hava ligið á loftinum í bókhandlinum í eini 60 ár, og fleiri teirra eru skaddar av fukti, umframt at tær ikki hava verið rætt pakkaðar inn, so tær hingu saman. Nakrar eru brotnaðar.
Men nú eru myndirnar komnar til skjals, og tær eru farnar at skráseta myndirnar.
Fyri at fáa nøvn ella søgu til myndirnar hava tær eina framsýning um vikuskiftið í Skálanum. Framsýningin verður fríggjdagin til sunnudagin frá kl. 16 til 20.