- Vit vilja vísa støðuna, sum hon er. Verandi fíggjarorka røkkur til umleið átta tímar av framleiðslu um vikuna, og tann nøgdin økist ikki við verandi fíggjargrundarlag, sigur Mikkjal Helmsdal, stjóri í SvF.
- Harumframt hevur Sjónvarpið virkað í 20 ár, uttan at nakrar munandi íløgur í høvuðsskipanirnar í framleiðslu og heldur ikki í sendinetið. Vit eru komin hartil, at hesar skipanir eru so niðurslitnar, at tað er ein spurningur um, nær framleiðslan steðgar upp, sigur Mikkjal Helmsdal.
- Skulu vit hava eina fulla skrá við føroyskum tilfari, so krevst ein fíggjarætlan upp á 100 milliónir krónur um árið, sigur Mikkjal Helmsdal, stjóri í SvF.