Brókaleysur á Anfield

At tað sanniliga ikki var dagurin hjá Tottenham, tá liðið í farnu viku spældi útidyst ímóti Liverpool, undirstrikar henda søgan: Sebastian Bassong skuldi skiftast inn í seinna hálvleiki, men var um reppið at fara brókaleysur á vøllin. Hann fekk lænt okkurt at fara í, men heldur ikki á vøllinum gekk alt eftir vild, tí í yvirtíðini gjørdi hann brotsspark, so Liverpool kundi tryggjað sær 2-0 sigurin.