Tess størri er vónbrotið nú, ið tað frættist, at fremsti kandidatur sum avloysari til Másan er ein glastrevjaútróðarbátur úr Vági.
Báturin hevur verið ein royndartúr á leiðini uttan ferðafólk ella farm, og tekningar av neyðugu umbyggingini til ferðafólkaskip fyriliggja. Tað undrar almikið, at ætlanirnar eru komnar so langt ávegis, uttan at brúkarin á farleiðini er tikin við upp á ráð yvirhøvur. Gamaní hevur manningin á Másanum mett um hendan útróðarbátin, men manningin á Másanum er IKKI brúkarin á leiðini. Brúkarin er svínoyingar, fugloyingar og onnur ferðandi á leiðini - og brúkarin krevur at verða tikin við upp á ráð, fyri at ein nøktandi tørvslýsing kann verða gjørd, áðrenn nøkur avgerð um annað skip verður tikin. Másin er týðilig tala um at skip á hesi farleið verða ikki skift út í heilum. Tá tað endiliga hendir, er avgerandi neyðugt, at man tryggjar sær, at brúkarin fær tað, ið tørvur er á. Annars kann lættliga henda, at talan verður um afturstig, ið fullkomuliga hevði køvt hesa longu niðurpíndu farleið.
Mín áheitan er tískil, at svínoyingar, fugloyingar og ferðandi annars verða eftirspurd!
Annars undrar tað meg stórliga, hvar Klaksvíkar Kommuna og løgtingslimirnir úr Norðoyggjum eru í hesum máli.