Brúkarin skal ráða í Atlantsflogi

Høgni Hoydal vil hava Atlantsflog at flúgva til nógv ferðamál – um neyðugt við stuðuli úr landskassanum. Eg rokni ikki við, at tað eru fleiri rokningar, skattgjaldarin vil hava. Eg rokni við, at hann vil hava bíligari ferðaseðlar

Sjúrður Skaale
----

Í einum orðaskifti um nýggju strategiina hjá Atlantsflogi í Rás2 mikudagin segði Høgni Hoydal, at ”nú hoyra vit Sjúrð Skaale siga, at vit bara skulu flúgva til Danmarkar”.
Í kjaki kann vera snilt at siga fólk hava onkran víð­gongda meining, sum tey slett ikki hava, og so seta seg sjálvan upp ímóti tí, mann hevur hongt um hálsin á øðr­um.
So er í hesum føri. Eg havi aldrin sagt, at At­lants­flog bara skal flúgva til Dan­mark­ar.
Men eg eri, eins og Høgni og mong við honum, ør­kyml­aður av tí, sum er hent í før­oyska flogfelagnum farnu tíðina:
Fyrst trýsti lands­stýris­mað­urin ein ávísan persón í nevndarformanssessin – ímóti felagsins egnu reglu­gerð.
Síðani varð stjórin frá­koyrd­ur uttan greiða grund­geving.
So bleiv ein nýggjur stjóri settur. Hann skuldi fremja eina nýggja strategi – men hevði einki boð uppá, hvør henda strategi skuldi vera.
Og nú er mann so farin til eina danska ráðgevingar­fyri­tøku at, skilst, keypa sær uppskot til ta nýggju stra­tegi­ina.

Brúkarin lopin um
Í staðin fyri at fara beint til donsku fyritøkuna, skuldi nýggja leiðslan vent sær til tey, sum eiga og brúka Atlantsflog: Føroya fólk! Tað er tørvin hjá hesum, felagið er til fyri at nøkta.
Arbeiðið við nýggju stra­tegiini skuldi byrjað við tveimum einføldum spurn­ingum: 1) Hvat vilja føroysk privatfólk hava? 2) Hvat vil føroyska vinnulívið – m.a. ferðavinnan – hava?
Sjálvur eri eg rættiliga vísur í, hvat svarið hevði verið, um hesi sluppu at siga sína hugsan: Vit vilja sleppa av landinum og til landið so ofta og so bíliga sum gjør­ligt!
Og um hetta – høgur fre­kvensur og lágur prísur – verður greiða málið, so hevur tað sjálvsagt avleiðingar: Onn­ur mál mugu víkja.

Aðrar destinasjónir
Fleiri av eigarunum høvdu helst eisini sagt, at tey vilja sleppa beinleiðis úr Føroyum til øll okkara grannalond.
Men um hetta hevði havt við sær munandi hægri prís­ir á høvuðsleiðini til Kast­rup, høvdu tey uttan iva valt lægru prísirnar fram um eyka destinasjónirnar. Kastrup er jú millum størstu ferðslumiðdeplar. Standa vit har, standa flestu hurðar opnar. Bæði til grannarnar og til meira fjarskotin ferða­mál.
Summar aðrar destina­sjónir eru kortini upplagdar.
Atlantsflog hevur júst gjørt ein sáttmála við Statoil, sum hevur við sær nógva flúgving til Norra í summar. Tað er óført! Felagið flýgur eisini til Norra fyri føroysk reiðarí. Super!
Alt, sum kann menna fe­lagið, førleikarnar, skapa inn­tøkur og arbeiðspláss, er gott.
Men um avleiðingin av nýggjum destinasjónum er, at fólk skulu rinda stóran yvir­prís fyri at sleppa av land­inum, rokni eg ikki við, at vanligir føroyingar og vinnulívið – herundir ferða­vinnan - taka undir við tí.
Prísirnir á leiðini til mið­depilin í Kastrup eru ein stór forðing fyri menning av sam­felagnum í dag. Tí má fremsta fokus vera á prís og frekvens á hesi leiðini.
Felagið má ikki lata seg freista til at skrúva hes­ar prísirnar upp, tí t.d. norska oljuvinnan, danski hand­ils­flotin ella tað almenna ikki spyrja hvat tað kostar.
Tað er jú mark fyri, hvat onnur hava ráð til – her hugsi eg bæði føroyska vinnulívið, føroyskar privatpersónar, og útlendsk ferðafólk.

Skattgjaldarin skal rinda
Høgni Hoydal mann vera greið­ur um, at tað kann vera trupult samstundis at røkka málunum um fleiri destinasjónir og lægri prísir.
Men hann vil hava bæði. Og viðvíkjandi prísunum segði hann lætt og elegant í Rás2, at ”vit eru til reiðar at stuðla tí vissi tað skal til fyri at fáa prísirnar niður”.
»Vit« merkir í hesum føri ikki, at Tjóðveldi er til reiðar at stuðla. Tað merkir, at Tjóðveldi er til reiðar at fara í lummarnar á skatt­gjald­arunum eftir pengum at stuðla við.
Eftir hesum modellinum skulu vinnulív og privatfólk altso rinda teir dýru ferða­seðlarnir gjøgnum skattin. Og tað er ein ógvuliga asosial skipan: Tey, sum flúgva minst, skulu rinda fyri tey, sum flúgva mest. Og tey, sum flúgva minst, eru sum kunn­ugt ikki tey, sum tjena mest.
Flúgving er sera dýr. Ein skipan, har fleiri destinasjónir skulu haldast á lívi við skatta­krónum, kann skjótt gerast skattgjaldaranum ógvuliga tung.
Eg rokni ikki við, at tað eru fleiri rokningar, fólk vilja hava. Eg rokni við, at tey vilja hava bíligari ferðaseðlar.