Nú verður landið aftur herjað av einum verkfalli, sum rakar samfelagið meint. Einir 40 maskinmenn hjá SEV eru farnir í verkfall, og tað rakar alt meginøkið og meira aftrat. Fyri eina ferð skyld er tað Suðuroyggin, sum er sloppin undan.
Fyrst av øllum er hetta aftur eitt prógv um, at okkara arbeiðsmarknaður er ikki nóg væl skipaður. Tað kemur ikki fyri í okkara grannalondum, at verkføll eru so títt og raka so meint sum her. Her vantar eitt regluverk fyri, nær verkfall kann lýsast, og eisini vantar ein arbeiðsrættur.
Tað skal so lítið til fyri at leggja mestsum alt samfelagið lamið. Í hesum førinum eini 40 fólk. Fer Starvsmannafelagið í verkfall, umfatar tað eisini Strandferðsluna, og tá liggur samfelagið so púra lamið. Onkuntíð hevur verið talan verið um at gjørt nóg nógvar av manningunum á Strandferðlsuni til tænastumenn, sum jú ongan verkfallsrætt hava, men einki hevur spurst burturúr.
Tað er ikki minni neyðugt at gera so mikið nógv fólk hjá SEV til tænastumenn, at eitt nú Sundsverkið ikki kann verða lagt stilt sum liður í einari arbeiðsósemju.
So eru tað lønirnar, sum eru ringar at halda stýr á. Føroya Arbeiðarafelag gekk í ár við til null-lønarvøkstur, men fekk nakað upp á eftirlønina. Landsstýrismaðurin í lønarmálum hevur sagt seg stílað fram ímóti einari nullloysn á almenna arbeiðsmarknaðinum eisini.
Men so kemur sperðil í, tí SEV ger avtalu við maskin-menninar um eina lønarhækking upp á 3-5% yvir 2 1/2 ár. Og landsstýrismaðurin skal góðkenna avtaluna - ella vraka hana.
Hetta ósamsvar er ikki heilt nýtt. Fyri fáum árum síðani gjørdi Føroya Tele eina lønaravtalu, sum lá væl oman fyri tað, sum Landsstýrið hevði hugsað sær at gjørt fyri almenna arbeiðsmarknaðin. Men hóast tað almenna eigur Føroya Tele við húð og hár, er ongin treyt ásett har um, at Landsstýrið skal góðkenna ein lønarsáttmála.
Neyvan kann tað vera rætt, at feløg, sum tað almenna eigur 100%, samráðast fyri seg, uttan at Landsstýrið hevur nakað at skula hava sagt. Tað skapar ólag í almenna lønarlagnum.
Men skipanin við SEV er tað mest óbrúkiliga. Nú hava partarnir - Maskinmeistarafelagið og SEV - havt drúgvar samráðingar, og Semingsstovnurin hevur verið uppií. Í fyrstu atløgu legði Semingsstovnurin einki uppskot fram, tí Turið Debes Hentze og Jákup í Gerðinum hildu tað ikki loysa seg at koma við einum uppskoti, tí tað var so langt ímillum partarnar.
Tað gekk tó ikki eitt samdøgur, so komu partarnir saman aftur, og semingsmenninir komu eisini uppí aftur. Semingsstovnurin legði eitt semingsuppskot fram, sum bæði maskinmeistarar og leiðslan í SEV kundu góðtaka.
Her skuldi so alt endað í frið og náðum, um vanliga skipanin fyri samráðingar á arbeiðsmarknaðinum vóru galdandi í hesum førinum sum í øðrum.
Tað er bara tað, at sama skipan er ikki galdandi. Tá partarnir at enda hava gjørt eina semju, skal hon leggjast fyri landsstýrismannin í fíggjarmálum til góðkenningar. Hansara niðurstøða var, at lønarhækkingin lá so langt oman fyri tað nullið, hann hevði hugsað sær, at hann vildi ikki góðkenna avtaluna.
Úrslitið er, at maskinmenninir eru farnir í verkfall, og at streymurin verður slitin í ávísum tíðarskeiðum um alt landið. Til miklan ampa bæði fyri vinnulívið og privatfólk.
Virkandi løgmaðurin Bjarni Djurholm hevur sagt, at ein møguleiki er, at Løgtingið leggur uppí. Er tað ein møguleiki? Hvat skal Løgtingið gera? Alt tað, eg veit um, hevur Løgtingið - við einum undantaki - gjørt eitt semingsuppskot til lóg, tá Tingið hevur lagt upp í arbeiðsósemjur. Hesaferð kann Tingið so samtykkja eitt semingsuppskot, sum samráðingarpartarnir hava góðkent, men ikki Landsstýrið. Er tað eina slíka samtykt, Landsstýrið ætlar at biða Tingið um?
Tað er ein hopleys skipan, at tveir partar á arbeiðsmarknaðinum samráðast um ein sáttmála, sum ein triði partur so kann góðkenna ella vraka. Hatta ber ikki til, rætt og slætt. Er tað meiningin, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum skal hava evsta orðið um lønarviðurskiftini hjá SEV, so muga lønarsamráðingarnar eisini vera millum Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið - við SEV sum hjásitara. Ella eru tað tann interkommunali felagsskapurin SEV, sum samráðist við fakfeløgini, og avtalur teirra millum eru endaligar og bindandi.
Verandi skipan er óbrúkilig.