Hundraðtals mótmælisfólk hava verið á gøtunum í Istanbul at verja arkitektar og verkfrøðingar fyri nýggjari lóg.
Turkiska løgreglan skeyt við vatnkanónum og sprændi táragass í roynd síni at spjaða mótmælisfólkini.
Hendingin var í Geziparkini í Istanbul, har mótmæli fyrr í summar hava verið móti stjórnini hjá Recep Tayyip Erdogan. Hann verður sagdur at misbrúka vald sítt, sigur Ritzau.
Foto: Ozan Kose © Scanpix