SUPERLIGAN
Tað gongst væl hjá føroysku feløgunum í superliguni. Brøndby og FCK vunnu bæði sunnudagin. Brøndby er fremst, og FCK er framvegis nummar trý, tí Esbjerg eisini fekk trý stig hesa ferð.
FCK átti heimavøll í Parkini ímóti FC Nordsjælland, sum í tveimum dystum hevði lagt rygg til samantalt 2?12 tap. Hetta hevði fingið miðlarnar at gita, at nú fór FCN venjarin, Christian Andersen, at fáa sekkin. Tað hevur hann ikki enn fingið, og hann fær tað neyvan í hesi vikuni. FCN tapti 2?0 í Parkini, men avrikið hjá gestunum var væl betri enn tað, sum teir hava sýnt tvær tær síðstu ferðirnar.
Málskjúttar hjá FCK vóru álopsspælararnir báðir. Álvaro Santos og Peter Møller hava fingið møguleikan ímillum teir fyrstu ellivu, nú hvørki Todi Jónsson ella Sibusiso Zuma hava verið tøkir. Álvaro setti hol á, eftir at Hjalte Bo Nørregaard hevði spælt hann púra blankan. Hitt málið skoraði Peter Møller, eftir at hann hevði tamt og sneitt seg púra leysan í brotsteiginum. Peter Møller segðist vera so mikið væl upplagdur, at hann varð kosin besti maður á vølli.
Brøndby hevði tað rættuliga stríggið í Glasdaxe Idrætspark, har botnliðið, AB, var væl skipað og helt tætt, inntil tað restaði eitt lítið korter. Tá skoraði svensk Mattias Jonsson einasta málið, og harvið fekk Brøndby øll stigini. Hetta var áttanda ferðin á rað, at AB tapti.
Eftir at teir høvdu fingið nýggjan venjara, hevði Frem vunnið á heimavølli og spælt javnt á útivølli. Hesa ferð høvdu teir heimavøll ímóti Esbjerg, sum er næstfremst. Ebbe Skovdal og hansara menn fingu einki burturúr á heimavølli. Esbjerg vant burturúr teimum og vann 4?0.
Poul Hansen, venjarin hjá AGF, fekk sekkin hósdagin. Tað verður bíðað eftir Sören Åkeby, sum sunnudagin var við til eftir síðsta umfarið í Svøríki at heiðra Djurgården sum meistaraliði. Í dag tekur hann við sum venjari í AGF. Hann hevur mest sum boðað frá, at AGF fer at vinna DM innan trý tey næstu árini. Avrikið í Viborg vísti, at tað er nógv, sum skal rættast upp í AGF, og spurningurin er, um tað fer at bera til bara við tí manningini, sum nú er tøk. Í fjør kundi Morten Poulsen ikki brúkast í AGF. Nú er hann í Viborg, og hann skoraði tvey av teimum fýra málunum í 4?0 heimasigrinum.
Eisini í Ikast vóru nógv mál á skránni, men tað gekk ikki soleiðis, sum FCM venjarin hevði vónað. Hann hevði roknað við, at liðið hjá honum endiliga fór at verða støðugt og tvær ferðir á rað fór at fáa fulla úrtøku. Men tað miseydnaðist. Eftir 35 minuttum var AaB frammanfyri 3?0, og teir høvdu alt spælið. Í seinna umfarinum kom heimaliðið fyri seg. Teir minkaðu um munin til 3?2, og teir høvdu møguleikan at javna, tá ið teir fingu brotsspark, men málverjin hjá AaB bjargaði meistarliga væl.
Leygardagin var OB í Herfølge. Alt bendi leingi á, at gestirnir skuldu fara til hús við øllum stigunum. Teir vóru frammanfyri 2?0, inntil tað restaðu minni enn tjúgu minuttir, men so skoraði Herfølge tvær ferðir, og so endaði tað 2?2. Tað vóru vertirnir glaðari fyri enn gestirnir.