Brøndby orduliga í hopla

Smáskaddi Todi Jónsson var ikki á FCK liðnum, sum við sigri í lokaluppgerð tók seg eitt vet nærri toppinum

SUPERLIGAN

Fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum var Todi Jónsson ikki á liðnum hjá FCK. Sambært heimasíðuni hjá honum, todi.fo, er hann plágaður av skaða í lærkrikanum. Todi sigur, at talan er ikki um álvarssaman skaða, men skaðin darvaði tó so mikið, at tað fríggjadagin ikki varð mett ráðiligt, at hann skuldi vera á liðnum, sum fór út í Gladsaxe at spæla ímóti AB.
Umframt Toda Jónsson var eisini Zuma uttanfyri, tí hann var skaddur. Hetta var fyrsta ferðin í ógvuliga langa tíð, at hvørki Todi Jónsson ella Zuma vóru í FCK álopinum.
Á heimasíðu sínari ásannar Todi, at tað ofta vísir seg ógvuliga torført at vinna á grannunum í Keypmannahavn, sjálvt um mótstøðuliðini ikki teljast millum tey bestu í superliguni. Í hesum kappingarárinum hevur FCK vunnið á Frem í Parkini og á AB á útivølli. Úrslitið leygardagin var 1?0 til FCK. Málið skoraði Peter Møller, tá ið ein hálvur tími var farin. AB verjan gjørdi eitt stórt mistak, og Møller var á rætta staðnum. Næst við at fáa mál var AB, tá ið teir í 1. hálvleiki stútaðu í stólpan.
Í FCK álopinum vóru hesa ferð Peter Møller og Jörgen Pettersson. Álvaro Santos var á beinkinum. Tá ið tað restaðu trettan minuttir loysti hann Pettersson av. Tá ið tað restaðu tríggir minuttir kom verjuspælarin Bora Zivkovic á vøllin fyri Peter Møller.
Hetta var tíggjunda ferðin á rað, at FCK spældi á útivølli uttan at tapa.

Brøndby framúr
Í Brøndby var lagið gott sunnukvøldið. Heimaliðið hevði á heimavølli vunnið toppdystin ímóti Esbjerg 3?0. Harvið er Brøndby aftur á odda í superliguni. At Esbjerg, sum frammanundan var oddalið, tapti, hevði við sær, at FCK lyfti sær eitt vet nærri toppinum.
Michael Laudrup er ikki hvør sum helst í fótbólti. Eitt er, at liðið, sum hann hevur ábyrgdina av, vinnur. Men hann vil fegin hava, at Brøndby umframt at vinna eisini spælir undirhaldandi og hugflogsríkt. Soleiðis var tað sunnudagin. Í 1. hálvleiki var tað tætt og javnt. Thomas Kahlenberg, sum er ein av ungu og evnaríku Brøndby spælarunum, skoraði eitt mál stutt undan steðginum, og eftir steðgin var hann aftur á blettinum við framúr einmansavriki.
Í Viborg vann AaB fyri triðju ferð, síðani Søren Kusk gjørdist venjari. Hann hevur havt ábyrgdina í fýra dystum. Í mai mánað fekk hesin venjarin sekkin í Viborg. Tí mundi sigurin kennast serliga søtur. Christian Lundberg, sum ikki kundi brúkast í AGF, skoraði aftur hesa ferð tvey mál. Tað seinna var 3?2 sigursmálið, og tað skoraði hann í síðstu løtu.

Tungt hjá AGF
Í Aarhus er einki fótbóltslag. Eftir framgongd og hampuliga góð úrslit í fleiri vikur vóru fleiri enn tólv túsund møtt upp, tá ið OB vitjaði á Aarhus stadion. Lagið var gott, og fyrstu løtuna hevði heimaliðið fleiri góðar møguleikar. Men so gekk av skriðuni, og spurningurin er, um áskoðararnir fara at hirða at møta upp aftur. Tað iðraðu spælararnir og ábyrgdarmenninir í AGF seg um.
OB skoraði trý mál í fyrra umfarinum, og teir vunnu 5?0!
Í FC Nordsjælland er fótbóltslagið heldur einki serligt. Botnstøðið á liðnum er alt ov lágt, ásannaði venjarin, Christian Andersen, eftir at liðið hjá honum hevði tapt 2?1 í Herfølge. Eftir at teir í summar púra óvæntað vunnu bronsukrónurnar, hevur gongdin hjá FC Nordsjælland higartil í hesum kappingarárinum mint heilt nógv um gongdina hjá Herfølge, eftir at teir høvdu vunnið DM í 2000.
Fyrra málið hjá Herfølge skoraði Poul Hübertz. Fyrr í summar flutti hann til Herfølge, eftir at hann í gamla felagnum hevði fingið at vita, at hann kundi ikki brúkast. Gamla felagið var ? FC Nordsjælland!
FC Midtjylland hevði vitjan av Frem, sum teir settu rudduliga upp á pláss. Heimaliðið vann 4?1, og harvið er Frem illa spert í botninum, har eitt annað høvuðsstaðarfelag, AB, er aftast.