SUPERLIGAN
Tað vil so vera. Hýrurin í umklæðingarhølunum var ymiskur kring Danmark seinnapartin sunnudagin. Sjálvandi var hann bestur í Parkini, har teir í FCK fegnaðust um glæsiliga avrikið ímóti AGF og gullkrónurnar. Í AGF umklæðingarrúminum kundu teir væl liva við at hava lagt rygg til 4?1 tap. Málið hjá teimum hevur alt kappingarárið verið at varðveita plássið í bestu deildini. Tað málið rukku teir í síðstu viku.
Miðverjin Zivkovic stútaði í 19. minutti FCK framum eftir hornasparksinnlegg, og tað var eisini eftir hornasparksinnlegg, at Todi Jónsson í 43. minutti stútaði til 2?0. Í 53. minutti økti Hjalte Bo Nørregaard, sum mikukvøldið í Brøndby skoraði fyri fyrstu ferð fyri FCK, til 3?0, og Thomas Røll økti umvegis stólpan til 4?0 úr ellivu metrum, tá ið tíggju minuttir vóru eftir. Í síðstu løtu pyntaði AGF eitt sindur um.
Brøndby tóktist undan dystarbyrjan í Silkeborg at hava ásannað, at tað var á heimavølli mikukvøldið í síðstu viku, at teir mistu møguleikan at vinna DM. Fyrru trý korterini tóktust teir ikki vera komnir fyri seg eftir 1?0 vónbrotið ímóti FCK. Longu niðurflutta heimaliðið legði seg á odda 2?0. Eftir steðgin var fyrstu løtuna væl meiri bit í Brøndby. Mattias Jonsson, sum mikukvøldið var stóri misnýtarin, tá ið Brøndby hevði møguleikan at leggja seg framum 1?0 og harvið so at siga tryggja sær DM, skoraði tíðliga í 2. hálvleiki tvey mál.
Men Silkeborg vildi tað øðrvísi enn tap í síðstu royndini í bestu deildini á hesum sinni. Teir løgdu seg framum aftur, og eftir at Brøndby eina ferð afturat hevði javnað, hevði Silkeborg orku til í síðstu løtu at skora sigursmálið. Í Brøndby verjuni, har tað heldur ikki hesa ferð var pláss fyri Jón Róa Jacobsen, tóktust teir ikki heilt væl nøgdir við málverjan. So kanska Karim Zasa kortini fer at fáa møguleikan, tá ið hann nú flytir úr OB og til Brøndby.
Vónbrotini
Í Esbjerg og í Ikast/Herning var fótbóltshýrurin vánaligur sunnudagin. Bæði Esbjerg og FCM hava leingi verið evni til bronsuplássið, og bæði liðini snávaðu, tá ið bronsan skuldi takast inn um stokkin.
Esbjerg hevði vitjan av AaB, sum leingi hevur verið í niðurflytingarvanda. AaB tryggjaði sær í síðstu viku í hvussu so er eitt ár afturat í bestu deildini. Síðani tá hevur venjarin sagt upp. Tá ið AaB segði venjaranum farvæl í Esbjerg, gjørdu teir tað orduliga, tí AaB vann 1?0, og harvið misti Esbjerg møguleikan at vinna heiðursmerkir.
FCM hevði vitjan av AB, sum leingi hevur verið í tungum sjógvi. Talan var um fínt undirhald, tí úrslitið var 3?3. Tað kundi heimaliðið, sum steðgaði upp fyri teimum vikum síðani, ikki brúka til so nógv.
Í Køge hava teir langt síðani sagt farvæl við superliguna. Og tað eydnaðist ikki at fáa nakað burturúr kanska síðstu royndini nakrantíð hjá Køge í bestu donsku fótbóltsdeildini. Í síðstu viku gjørdi felagið av at samráðast við uppflutta Herfølge um samanlegging. Men tað er eitt sindur óvist, hvussu tað verður við hesum, tí nú tykist Herfølge ikki at vera so ógvuliga áhugað. OB, sum endaði á fjórða plássinum, vann 2?1 í Køge.
Teir glaðu
Burtursæð frá í umklæðingarrúminum hjá FCK í Parkini, so mundi hýrurin vera bestur í umklæðingarrúminum hjá heimaliðnum í Farum.
Eftir at nýggja felagið í bestu deildini leingi hevði verið við til at mynda toppin, tóktist tað fyri einum mánað síðani at vera steðgað upp. Men so hevði Farum hepnið, sum skal til. Kappingarneytarnir til bronsuplássið snávaðu ferð eftir ferð, og tá ið mest um galt, vann Farum. Fyri fyrstu ferð í fleiri vikur høvdu teir sunnudaign alt fólkið tókt, tá ið Viborg vitjaði. Farum vann 1?0, og harvið vóru tað teir, sum fingu bronsukrónurnar. Tá ið hetta var fyrsta árið hjá Farum í bestu deildini, so sigur tað seg sjálvt, at hetta eisini vóru fyrstu bronskumerkini, sum teir nakrantíð hava vunnið í superliguni.
Næstu tvær vikurnar verður so at siga eingin fótbóltur í Danmark. Bestu fótbóltsspælararnir fara at hvíla seg. Men so verður farið undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið. Sjøtul verður settur á tað sunnudagin 27. juli.