Stevnan, ið er sjálvt hæddarpunktið í øllum tí nógva virkseminum, sum er innan tær ymsu samkomurnar í landinum, byrjaði mikukvøldið við bønarmøti í Ebenezer og helt fram bæði hósdagin og fríggjadagin. Í gjárkvøldið varð farið niðan í Høllina á Hálsi, sum eisini verður karmur um stóru stevnuna í dag og sunnudagin. Har pláss er fyri millum 1500 og 2000 fólkum.
Í dag byrjar stevnan í Høllini á Hálsi klokkan 15 og heldur fram aftur í kvøld klokkan 20. Sunnudagin verður byrjað við Minnismáltíð Harrans klokkan 10 og eru so ssamfelagsmøti klokkan 15 og 19. Vanligur siður hevur verið at útvarpa hetta seinasta møtið. So verður eisini í ár.
Svenning av Lofti, evangelistur sigur við Sosialin, at roknað verður við nógvum fólkum til stevnuna í ár. Veðrið skuldi verið til vildar hjá teimum mongu, sum koma av bygd og hevur hann vón um eina fjølmenta og góða stevnu.
Nú er so vanligt til stevnur og landsfundir av ymsum slag at hava gestatalarar. Hetta er tó ikki siður hjá Brøðrasamkomuni. Svenning av Lofti vísir á, at Brøðrasamkoman er ein leikmannarørsla. Hon er bygd á, at tann einstaki tekur lut.
-Man kann siga, at sjálvt um Brøðrasamkoman kemur uttanífrá sum so mangt annað í Føroyum, so er hon kortini sprottin úr føroyskum jørðildi. Hon hevur fastatøkur í fólkinum, og samkomurnar kring landið verða hildnar uppi av einstøkum monnum og kvinnum, sum gera eitt stórt arbeiði. Og tá samfelagsstevnur verða hildnar verður roynt at taka fólk úr samkomunum til at tosa, sum vanliga taka lut í hesum arbeiði leggur Svenning av Lofti aftrat.
Uppá fyrispurning um stevnan hesaferð tekur upp eitt serstakt evni ella tema sigur Svenning av Lofti, at tað gera tey tíanverri ikki.
-Mær hevði sjálvur dámt væl og havi eisini róð uppundir tað, at man teir fyrstu dagarnar hevði eitt ávíst evni, men tað hevur so ikki verið gjørt. Og ein orsøkin til hetta er kanska tann, at man hevur viljað varðveitt frælsi hjá tí einstaka til at koma við tí, sum honum liggur á hjarta. Tí stendur hvørjum frítt at velja, hvat hann vil tosa um.
Eingi møti og eingin samfelagsstevna hjá Brøðrasamkomuni uttan sang. Tí verður eisini í ár lagdur stórur dentur á henda partin av møtunum. Sangkórið í Ebenezer, sum altíð er við til at seta sín serstaka dám á samfelagsmøtini, verður hesar dagarnar styrkt av góðum sangarum úr øðrum samkomum.
Svenning av Lofti roknar við fullari høll sunnukvøldið, tá stevnan endar við tí stóra samfelagsmøtinum.