Brúsi tikin í nýtslu

Nýggi dagstovnurin í Eysturkommunu, Brúsi, varð alment tikin í nýtslu í dag Nýggi dagstovnurin, sum er í Leirvík, hevur fingið navn eftir einum uppskoti, sum kommunan fekk frá Jóan Magnusi Egholm í Havn. Hann vann eina navnakapping, sum kommunan skipaði fyri, og fyri navnið Brúsi fekk hann 5.000 krónur handaðar á samkomu í dag. 17 onnur uppskot komu inn, skrivar heimasíðan á Eysturkommunu.

Í sambandi við at dagstovnurin bleiv tikin í nýtslu í dag, vóru fleiri røður. Millum røðararnar vóru Jóhan Christiansen, borgarstjóri, Sigvør Gregersen, leiðari á nýggja dagstovninum og trivnaðarleiðarin, Ingi Hansen. Skúlastjórin í Leivíkar skúla, Fríðfinnur Johnsson, bar fram eina heilsan, og handaði dagstovninum eina gávu, og eisini bar varaborgarstjórin Fríðgerð Heinesen, fram eina tøkk.

Ein sangur varð gjørdur til dagin, og var tað Rúni Bjarkhamar, sum hevði skrivað orðini til henda felagssang, og at et enda var sjónleikurin um Snjóhvítu framførdur av børnum sum hava, og koma at hava sína dagligu gongd á stovninum, stendur á heimasíðuni hjá Eysturkommunu.