Brøður dystast í Super Bowl

Venjararnir hjá liðunum, sum spæla finaluna í amerikanskum fótbólti, eru brøður. Sunnukvøldið verður Super Bowl nummar 47

Tað verður Harbaugh-familjan, sum sunnukvøldið vinnur Super Bowl, men tað verður sama familjan, sum eisini tapir dystir.

Brøðurnir Jim og John Harbaugh eru venjarar fyri ávíkavist San Francisco 49’ers og Baltimore Ravens, og eitt ár eftir, at teir blivu fyrstu brøðurnir, sum vórðu høvuðsvenjarar hjá liðum í NFL, hava teir leitt liðini hjá sær til størsta dystin í amerikanskum fótbólti – Super Bowl finaluna.

Tað eru fimtan mánaðir ímillum brøðurnar, sum báðir fingu áhuga fyri amerikanskum fótbólti, tí pápi teirra var venjari á studentaskúlum og lærdum háskúlum í 41 ár.


Stórt veitslukvøld

Síðani Super Bowl fyrstu ferð varð hildið í 1967, er finaludagurin blivin størsta ítróttarhending í USA, og sunnukvøldið verður Super Bowl nummar 47 hildið. Finalan verður hesaferð í New Orleans.

Hetta er eisini eitt rimmar veitslukvøld hjá amerikumonnum, og tað er bara á Thanksgiving, at amerikanarar eta meira kjøt enn til Super Bowl kvøldið, verður sagt.

Tað er serliga í USA og har á leið, at áhugin fyri amerikanskum fótbólti og Super Bowl er ovurhonds stórur, og tað er eisini serliga tann áhugin, sum ger Super Bowl til eina ta mest sæddu ítróttarhendingina í sjónvarpi í heiminum. Men Super Bowl hevur ikki eins nógvar hyggjarar kring heimin, sum finalan í Champions League fótbóltskappingini hjá UEFA hevur.

Tað verður nógv gjørt burtur úr undirhaldinum í hálvleikinum, og hesaferð skal Beyonce framføra. Songkvinnan Alicia Keys skal syngja tjóðsangin áðrenn finaluna.

Tíðarmunurin millum okkum og USA ger, at finalan verður til náttarsjónvarp, men tað ber til at fylgja bæði upphiting og sjálvum brakinum á rásini TV3+ sunnukvøldið frá klokkan 21.00.