Brøðurnir Poulsen spæla

Óli Poulsen hevur framleitt tveir av sangunum á nýggjari jólafløgu hjá Johnny Logan. Beiggi Óla, Hans Poulsen, spælir eisini gittar á fløguni

 

Tónleikur

Pop.fo


Írin Johnny Logan, sum er best kendur fyri luttøku sína í Grand Prix kappingunum, hevur júst latið nýggja jóla fløgu úr hondum.

Sangirnir á hesi fløgu eru framleiddir í Danmark, og ymiskir framleiðarar hava verið uppi í. Ein teirra er okkara egni Óli Poulsen, sum fyrr í ár eisini samstarvaði við Logan í sambandi við aðra útgávu. Óli hevur framleitt tveir av sangunum á fløguni, og hann spælir eisini fleiri ljóðføri á hesum sangum.


Hans eisini við

Harafturat hevur beiggi Óla, ungi og evnaríki Hans Poulsen, eisini havt ein leiklut á hesi útgávu. Hann spælir gittar á teimum sangunum, sum Óli hevur framleitt, og tað kemur hann sum vanligt væl frá.

Hans Poulsen roynir síni tónleikaligu evni í Danmark í løtuni. Áður hevur hann arbeitt við tónleiki í Føroyum, og hann var til dømis maðurin aftan fyri tónleiki á útgávuni Vit eru glað, sum kom út í august mánaði.

Nýggja jólafløgan hjá Logan kallast Save this Christmas for Me, og hon fæst sjálvsagt eisini til keyps í Føroyum.