Fótbóltur: Tá føroyska manslandsliðið í fótbólti sunnudagin 22. mars í fjør vann 2-1 á Íslandi í vinardysti í Kórinn-høllini í Kópavogi, var tað fyrsti føroyski sigurin á íslendingum nakrantíð. Eisini var tað fyrsti sigurin hjá landsliðnum í hálvtfimta ár, so í allar mátar var hetta eitt kærkomið úrslit.
U21-landsliðsvenjarin, Heðin Askham, sum átók sær uppgávuna at stjórna føroyska liðnum henda eina dystin, megnaði tað, ið eingin av øllum undanmonnunum hevði megnað. Nú er tað so Brian Kerr, ið skal royna seg, samstundis sum hetta verður hansara fyrsti dystur ímóti íslendingum sum føroyskur landsliðsvenjari.
Dysturin verður aftur hesa ferð í Kórinn-høllini í Kópavogi, og hann byrjar sunnudagin á miðdegi. Har fæst so at síggja, um tað ber til at endurtaka góða úrslitið frá í fjør, men lítið man vera at ivast í, at bæði spælarar og onnur munnu bera bragdið í bakhøvdinum.
Teir 20 spælararnir, sum eru við í føroyska landsliðshópinum, eru Fróði Benjaminsen (HB), Egil á Bø (EB/Streymur), Atli Danielsen (Roskilde), Dánjal Davidsen (EB/Streymur), Jóan Símun Edmundsson (Newcastle), Andrew av Fløtum (HB), Atli Gregersen (Víkingur), Einar Hansen (NSÍ), Meinhardt Joensen (B36), Bogi Løkin (Frem), Vagnur Mohr Mortensen (HB), Christian Restorff Mouritsen (B36), Gunnar Nielsen (Manchester City), Jónas Þór Næs (Frem), Bárður Olsen (B36), Súni Olsen (Víkingur), Jann Ingi Petersen (NSÍ), Rógvi Poulsen (HB), Símun Samuelsen (HB) og Høgni Zachariasen (ÍF).