Manchester United hevur á nærmast ótrúligan hátt vunnið seg víðari til fjórðingsfinalurnar í Champions League, eftir at hava vunnið 3-1 á Paris Saint Germain í Fraklandi. Talan er um eina sensatión, eftir at PSG vann fyrra dystin 2-0, og Manchester United hevði tíggju spælarar á skaðalistanum.
Við tíggju monnum á skaðalistanum var hetta ein stórur biti, men við tveimum málum frá Romelu Lukaku bjóðaðu gestirnir úr Onglandi av. Fyrst eftir afturlegging og síðani upp á ein retur frá Gianluigi Buffon í málinum hjá heimaliðnum. Har í millum skoraði Juan Bernat fyri PSG.
Við hesi støðuni skuldi Manchester United bara hava eitt mál, fyri at koma víðari. Tað sá ikki heilt soleiðis út, men í yvirtíðin royndi innskifti Diego Dalot seg við einum skoti, sum tók í armin á einum verjuspælara hjá PSG. Dómarin brúkti VAR og staðfesti, at tað var brotsspark.
Marcus Rashford smekkaði bóltin í málið til 3-1, sum eisin bleiv úrslitið. Hetta er helst staðfestingin av, at Ole Gunnar Solskjær verður komandi venjari hjá Manchester United.
Í hinum dystinum vann FC Porto eftir umdyst. FC Porto vann vanliga dystin 2-1, meðan AS Roma vann fyrra dystin 2-1. Í longdu leiktíðini var VAR aftur upp á spæl og FC Porto fekk ágóðan av tí. Alex Telles skoraði brotssparkið, sum bleiv avgerandi.
Nú eru Manchester United, FC Porto, Ajax og Tottenham eru víðari, meðan stórfeløgini Real Madrid, PSG, AS Roma og Borussia Dortmund liggja eftir á.
Champions League 1/8:
FC Porto (1) – (2) AS Roma 2-1 (3-1 eftir umdyst)
1-0 Tiquinho, 26
1-1 Daniele De Rossi, 37 br
2-1 Moussa Marega, 52
3-1 Alex Telles, 117 br
FC Porto vinnur samanlagt 4-3
PSG (2) – (0) Manchester United 1-3
0-1 Romelu Lukaku, 2
1-1 Juan Bernat, 12
1-2 Romelu Lukaku, 30
1-3 Marcus Rashford, 90 br
Manchester United vinnur samanlagt 3-4
Í gjár:
Real Madrid – Ajax 1-4 (0-2)
0-1 Hakim Ziyech, 7
0-2 David Neres, 18
0-3 Dusan Tadic, 62
1-3 Marco Asensio, 70
1-4 Lasse Schöne, 72
Ajax vinnur samanlagt 5-3
Borussia Dortmund – Tottenham 0-1 (0-0)
0-1 Harry Kane, 49
Tottenham vinnur samanlagt 4-0