Brak í Vági

Umframt at vera avgjørdi oddadysturin í bestu kvinnudeildini, er dysturin í Vági eisini eitt slag av forpremieru til steypafinaluna komandi vikuskifti

Kvinnuhondbóltur

Einki er at ivast í, hvørji eru fremstu liðini í føroyskum kvinnuhondbólti í ár. Hóast aðrir partar eisini hava argað til tíðir, so hava tað fyrst og fremst verið VB og VÍF, sum hava sett kósina, sum hini so mugu royna at fylgja.
Skal nakar parturin takast framum, so má tað verða VB. Í løtuni hava tær leikt ein dyst færri enn VÍF, men hava kortini sama stigatal, og við einum heimasigri um vikuskiftið, kunnu tær veruliga seta seg í førarasetrið, tá veruligi gullspurturin skal setast ígongd.
Í Vági er eisini rættiliga sjáldan, at nakar stendur heimaliðnum kurl. Ikki minst fekk VÍF hetta at kenna, tá tær í fyrra dystinum í grundspælinum vóru fyri greiðum tapi í Vági. Fyrst og fremst hava tað kanska verið útlendsku leikararnir á liðnum, sum hava skotið málini, men hartil tykjast heimligu leikararnir eisini at vera eina tonn betri fyri í ár, enn tær hava verið undanfarnu árini. Ikki minst er munurin sálarligur, soleiðis at liðið í flestu førunum hevur kunnað koppað tøttu dystunum til egnan fyrimun. Ein eginleiki, sum ivaleyst eisini verður tørvur á sunnudagin.
Tí tað er lítið at ivast í, at VÍF kemur suður eftir báðum stigunum. Skulu meistararnir framhaldandi hava møguleikan at avgera alt sjálvar, so er tað snøgt sagt ein fortreyt, at VB ikki vinnur dystin. Og tað kann so eisini leggjast afturat, at VÍF í stóran mun sjálvar gera av, hvussu støðan verður eftir dystin. Fram um hini liðini, so hevur VÍF ivaleyst verið tann parturin, sum hevur sýnt besta spælið í ár, og finna tær toppin í hesum fram, so er neyvan nakar, sum stendur teimum kurl. Hinvegin hava tær ikki eins og VB megnað at sýnt støðugt góð avrik, og tí kann tað eins væl gerast dagurin hjá VB hesaferð.
Og so er tað sum sagt eisini forpremieran til steypafinalurnar. Har skulu liðini hittast aftur um eina viku, og tí kann talan eisini gerast um eina styrkisroynd, við øllum tí, sum har til hoyrir av taktiskum snildum.

Besta boðið upp á bronsumerkjuni tykist í løtuni at vera Stjørnan úr Klaksvík. Og á pappírinum eru tað eisini tær, sum hava bestu fortreytirnar at økja um stigatalið um vikuskiftið. Í Klaksvík kemur eitt kreppurakt Neistalið nevnliga á vitjan, og tó at tær í Klaksvík helst iðra seg um greiða tapið fyri VÍF í hálvfinaluni, so er einki at ivast í, at teir ætla sær stigini ímóti Neistanum, og er hetta nakað, sum liðið undir vanligum umstøðum eigur at megna.
Seinasti dysturin hetta vikuskiftið verður í Havn, har Kyndil og StÍF skulu gera av, hvør teirra í fyrsta umfari skal elta Stjørnuna. Enn eru sjálvandi nógvir dystir eftir at leika, men samstundis gerast ráðini at missa alsamt verri, og tí er hetta ein dystur, sum báðir partar fyri alt í verðini mugu vinna.