Stórdystur verður í Vestmanna mikudagin, tá VÍF skal royna at venda tungu gongdini, sum hevur hótt liðið seinastu dystirnar. Og uppgávan verður neyvan størri enn tað sama, tá Kyndil kemur á vitjan. Her er talan um sonnu risarnar í føroyskum manshondbólti. Kyndil tykist eisini eftir nøkur heldur sløk ár at hava reist seg aftur, og í løtuni eru teir á odda í bestu mansdeildini.
Kyndil er tó ikki einsamalt oddalið, tí grannarnir úr Neistanum hanga eisini í. Teir skulu mikukvøldi spæla móti KÍF, og so er spurningurin, hvørt tvey stig aftur fáast til høldar í hesum dystinum.
Eisini hjá kvinnunum er ein dystur í Vestmanna, og eins og hjá monnunum er tað Kyndil sum vitjar hjá VÍF.
-jm
Dystir mikukvøldið:
1. deild kvinnur
18.30VÍF-Kyndil
1. deild menn
20.00VÍF-Kyndil
20.00Neistin-KÍF