Brakið er í Vági

Tað verður ivaleyst talan um styrkisroynd, tá VB sunnudagin tekur ímóti Stjørnuni í bestu kvinnudeildini í hondbólti

Hondbóltur


Júst hesi bæði liðini hava seinastu árini verið tey, sum hava vunnið gullmerkini, og tó at eisini VÍF hevur ligið væl framvið seinnu árini, so tykjast tær ikki longur at hava somu styrki, sum eitt skifti gjørdi tær púrasta einaráðandi í føroyskum kvinnuhondbólti.
                      Seinasta vikuskifti hevði VB eina kanska bleyta byrjan, tá tær løgdu fyri við at vinda burtur úr Kyndli, sasmtundis sum Stjørnan vann stórsigur á VÍF. Tí er eitt sindur ilt at meta um, hvussu hesi bæði liðini eru fyri til kappingina, men á pappírinum er talan helst um sterkastu liðini hetta kappingarárið, og einki er at ivast í, at talan verður um eina mest sum fullsetta høll, sum fer at fylgja við, hvat tey skulu rokna av sínum liði í ár.
 
Hvat er Søljan
Hini bæði liðini, sum hava fult stigatal eftir fyrsta umfarið, eru Neistin og Søljan. Neistin skal eigur heimavøll, tá grannauppgerð er á skránni, og einki er at ivast í, at tær bláu eru stórfavorittar til hendan dystin. Søljan skal á Giljanesi taka ímóti VÍF, og so fæst at vita, hvørt liðið nú er um at lyfta seg av botnstríðnum, sum tær annars hava verið fastur partur av seinnu árini, ella um stórsigurin móti Tjaldri seinast bara var eitt upplop.
                      Seinasti dysturin verður millum StÍF og Tjaldur. Grundað á úrslitini seinast, so er hetta helst ein dystur, sum StÍF ætlar sær at vinna, men Tjaldurs-kvinnurnar hava áður sýnt, at tær altíð vilja stríðast fyri sakini, so nakran ókeypis sigur verður talan so neyvan um hjá StÍF.
takast