Brandbilurin er keyptur

Miðvágs- og Sandavágs kommunur hava keypt brandbil saman við partafelagnum Vágatunlinum. Bilurin verður væntandi í Føroyum í mars næsta ár

Trygd

Sandavági: Nógv umrøddi brandbilurin, sum Miðvágs- Sandavágs Sløkkilið skuldi fáa til vega, er nú keyptur. Kommunurnar báðar hava í felag við partafelagnum Vágtunlinum keypt bilin.
Talan er um ein bil av sama slagi sum tann, Kvívíkar Kommuna fekk herfyri, sigur Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Sandavági. Tó er hesin eitt sindur øðrvísi bygdur aftan, hóast karrossaríið er tað sama sum á kvívíksbilinum. Umframt hevur hesin bilurin, sum nú er keyptur, nakað væl av eykaútgerð eisini.
Kortini er hann bíligari, enn tað, lagt varð út við, tá tosað varð um at keypa bil úr Íslandi.
Fyrsta uppleggið var upp á hálvaaðru millión krónur fyri sjálvan bilin, sigur Rósa Samuelsen. Í dag kostar hesin bilurin, sum er keyptur úr Danmark, 1,2 milliónr krónur.
Prísurin fyri sjálvan bilin er 1,1 millióni, sigur hon, meðan eykaútgerðin, sum er við, kostar umleið 100.000,- krónur. Talan er millum annað um samskiftisútgerð, sigur borgarstjórin í Sandavági.
Kostnaðurin er soleiðis býttur, sigur Rósa Samuelsen, at Miðvágs- og Sandavágs kommunur gjalda tilsamans 550.000,- krónur, meðan partfelagið vágatunnilin rindar tær 650.000,- kónurnr, sum eftir eru.
Bilurin, sum nú er keyptur, er danskur, meðan tann hjá kvívíkingum er íslendskur. Báðir eru av merkinum Ford.
Rósa Samuelsen sigur, at byggitíðin er tríggjar mánaðar, og verður bilurin væntandi í Føroyum einaferð í mars næsta ár. Til ta tíð er ein bilur leigaður úr Klaksvík.