Brandur á beinkinum

Hinvegin byrjar Gilli Rólantsson aftur inni hjá AaB í kvøld.

Brandur Hendriksson kann fáa debut fyri Randers FC í donsku Superliguni í kvøld, tá ið Gilli Rólantsson og teir úr AaB koma á vitjan.


Greitt er nú, at Brandur má bíða eina løtu enn eftir at fáa fyrstu minuttirnar í ljósabláu Randers-troyggjuni. Hann byrjar nevniliga á beinkinum.


Hinvegin, so byrjar Gilli Rólantsson aftur í kvøld á vinstra bakki hjá AaB.


Dysturin ímillum Randers FC og AaB byrjar kl.19.00. Hann verður sjónvarpaður beinleiðis á TV3 Sport 1.