Brandur: Eg eri klárur

Brandur Hendriksson Olsen er nú klárur at spæla aftur

Brandur Hendriksson Olsen boðar frá, at hann er klárur aftur. Hann hevur verið skaddur síðani mars mánaði í 2022. Hann sleit krossbandið og fór undir skurð. Hann hevur síðani skift til norska Fredrikstad FK í Norra og kann í dag fáa sín fyrsta dyst. Fredrikstad FK spælir móti KFUM Oslo.

 

Fredrikstad FK boðar eisini frá, at tað er útselt til dystin í kvøld. Tað verða seks túsund áskoðarar. Jóannes Bjartalíð var eisini skaddur fyrstu tíðina í Fredrikstad, men eisini hann er klárur aftur.

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Brandur Hendriksson er óheppin. Í 2017 bleiv hann eisini langtíðarskaddur, tá í dysti fyri eykaliðið hjá Randers FC. Tá megnaði hann at koma sterkt aftur.