Fótbóltsfelagið Víkingur skrivar á Facebooksíðu felagsins: - AÐALFUNDUR 2025
Mikukvøldið 12. februar var árligi aðalfundurin hjá Víkingi. Gleðiligt var at síggja at uppmøtingin var góð, hóast nógv annað virksemi í kvøld.
Jan Dam Vang varð valdur til fundarstjóra og Elin Vatnhamar Olsen til skrivara.
Skráin til fundin var sambært viðtøkum felagsins.
Formaðurin Brandur Jacobsen greiddi frá gongdini í felagnum – bæði bygnaðarliga og ítróttaliga.
Vit eiga ein góðan felagsskap, vid umleið 450 aktivum limum - 300 børnum og 150 vaksnum.
Grundarsteinurin í felagnum er framvegis tað sjálvbodna arbeiðið, har vit eiga eitt ótal av fólkið, sum leggja arbeiði í Víking - saman lyfta vit felagsskapin.
Roknskapurin var lagdur fram og góðkendur.
Tríggir nevndarlimir stóðu fyri valið; Brandur Jacobsen, Jeffri Olsen og Elin Vatnhamar Olsen. Tey stillaðu øll uppaftur og vóru afturvald.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg soleiðis:
- Brandur Jacobsen, formaður
- Hanna Erlingsdóttir Olsen, næstforkvinna
- Elin Vatnhamar Olsen, skrivari
- Jeffri Olsen, nevndarlimur
- Edith Dam Vang, nevndarlimur
- Petur Asbjørn Lervig, nevndarlimur
Nú síggja vit fram til kappingarárið 2025!
Nevndin.