Brandur kann enda á svenskum hitlistum

Á hvørjum ári floyma Grand Prix-sangararnir inn á svenska hitlistan - og tað kann Brandur Enni gera sær dælt av

Brandur Enni hevur fingið ein kjans av teimum heilt stóru, nú hann er sloppin við til svenska Grand Prixið.

Kappingin telist millum stóru hendingarnar í svenskum tónleiki, og nógvir kendir tónleikarar hava roynt seg í kappingini.

Svenska sjónvarpið ger sum vera man nógv burtur út, og hyggjarafjøldin er stór.

Svenska Grand Prixið verður av kennarum roknað sum tann besta kappingin í Europa, og seinastu fimm árini hevur kappingin fingið alt størri týdning fyri svenska tónleikamarknaðin. Og Brandur Enni kann brúka møguleikan til nakað spennandi, tí á hvørjum ári floyma Grand Prix-sangararnir inn á svenska hitlistan – og tað varðan vanliga í einar tríggjar ella fýra mánaðir.

32 sangarar eru við í kappingini, og tey bestu verða vald út til finaluna. Fyrsta innleiðandi umfarið verður tann 9. februar, og samanlagt eru fimm umfør, áðrenn sjálv finalan verður hildin í Globen í Stockholm tann 15. mars.