Brandur Sandoy hevur í dag sent teimum valdu á hinum listanum, lista C, bræv, har hann bjóðar til at gera ein arbeiðsleist hjá nýggja kommunustýrinum.
Hann heldur fast við, at samtyktin um, at Brandur Sandoy sjálvur verður borgarstjóri, og Eyðvarður Petersen verður varaborgarstjóri, stendur við. Teir eru báðir valdir á sama lista.
Brandur Sandoy sigur seg vóna at fáa breitt samstarv, men tað veldst um, hvat teir á hinum listanum kunnu svølgja.
Ein fundur hevur verið millum pararnar, og á tí fundinum varð Páll á Reynatúgvu í uppskoti til varaborgarstjóra. Men tað vildu Brandur Sandoy og teir ikki hoyra talan um.
Brandur Sandoy sigur, at hann kundi ikki svølgt at havt Páll á Reynatúgvu sum varaborgarstjóra, tí stríð hevur áður verið millum teirra.
- Kanska hevði tað verið øðrvísi, um onkur annar var í uppskoti, sigur Brandur Sandoy.