Brandur og Jákup eru í steypahálvfinaluni

Føroyingafelagið FH vann ein knúsandi 7-1 fjórðingsfinalusigur á Grindavík

Føroyingafelagið, FH hevur vunnið seg í hálvfinaluna í íslendsku steypakappingini. Tað gjørdist veruleiki tá FH vann 7-1 á nú fyrrverandi liðnum hjá René Shaki Joensen, Grindavík í fjórðingsfinaluni á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum.

Brandur H. Olsen spældi allan dystin, og hann var við í uppspælinum og upplegginum til 2-0 og 4-0 málið hjá FH. Jákup Thomsen fekk 20 minuttir í álopinum móti dystarenda, og hann legði upp til 7-1 málið. Longu í steðginum var FH á odda 5-0 móti Grindavík. Tá hálvur tími var farin fekk Grindavík mann riknan av vølli fyri at steðga bóltin við hondini.

Íslendska Morgunblaðið skrivar, at FH hevði ein undirvísingartíma fyri Grindavík um hvussu fótbóltur skal spælast. 

Hini trý liðini í hálvfinaluni í íslendsku steypakappingini eru KR, Breiðablik og Víkingur Reykjavík. 

Enn er Gunnar Nielsen ikki tøkur at spæla fyri FH aftaná skaðan hann fekk hálvan mai.