TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Brand Olsen aftaná 2-0 sigurin hjá føroyska landsliðnum á Skonto leikvøllinum í Riga í Lettlandi ígjárakvøldið.
Brandur Olsen er serliga fegin um 2-0 málið har hann heldur føroyska liðið vísir sannan klassa við góða upplegginum hjá Halli Hanssyni og frálíka háttinum Jóan Símun Edmundsson skorar uppá.
Brandur Olsen er eisini fegin um, at føroyska liðið vardi væl, og aftur megnaði at halda nullið. Hann hevði tó ynskt, sum framrættaður miðvallari, at føroyska liðið hevði bóltin meira í seinna hálvleiki. Nú gleðir skálvíkingurin seg eins og liðfelagarnir at skula spæla ímóti Portugal á Tórsvølli mánakvøldið klokkan 19.45.