? Hetta er ein stórur møguleiki, sigur stjørnuskotið Brandur Enni um tað at sleppa at syngja tjóðsangin á Tórsvølli tann 11. juni, tá Føroyar skulu taka ímóti Týsklandi í altjóða fótbóltshøpi.
Brandur er nevniliga tann, sum Fótbóltssamband Føroya hevur valt til at syngja fyri, tá landsliðið skal taka ímóti stóru fótbóltstjóðini, Týsklandi í juni mánaða í ár.
Dysturin, sum verður sendur beinleiðis í sjónvarpi í Týsklandi, gevur sjálvsagt eisini møguleika hjá Brandi at koma fram á týska marknaðinum.
? Beint nú tosa vit um, hvussu tjóðsangurin skal syngjast, og fyrst og fremst skal Brandur læra seg hann væl og virðiliga uttanat, sigur Steintór Rasmussen, umboðsmaður hjá Brandi.
? Tað skal jú hóska seg til stemningin og til blásararnar, so nú verður alt hetta lagt til rættis. Tað er jú ein stór æra og samstundis eisini ein stórur møguleiki
Tað er FSF, sum hevur gjørt av, at tað verður Brandur, sum skal syngja tjóðsangin.
Myndatxt: Brandur Enni verður tann, sum kemur at syngja føroyska tjóðsangin, tá Føroyar skulu taka ímóti Týsklandi tann 11. juni á Tórsvølli