Brandur til stórt danskt felag

Brandur Halgirsson er fluttur úr H71 til Ajax København, ið ætlar sær upp í fremstu deildina sum skjótast

Ungi Føroyski landsliðsleikarin, Brandur Halgirsson hevur skrivað sáttmála við Ajax København, ið spælir í næstfremstu donsku deildini í hondbólti

Ungi bakkurin og verjuserfrøðingurin spældi í H71 farna kappingarár, eftir at hann hevði verið nøkur ár í ungdómsdeildini hjá týska stórfelagnum, Flensburg-Handewitt.

Nú roynir hann seg aftur uttanlands, og nýggja felagið hevur uppflyting í bestu donsku deildina sum mál. Har eru eisini kend nøvn á Ajax-liðnum. Ítrottarstjóri er fyrrverandi danski landsliðsleikarin, Daniel Svensson, sum gavst at spæla vegna sjúku fyri nøkrum árum síðani.

20 ára gamli Brandur Halgirsson fær eisini sera royndar liðfelagar.

In.fo hevur ikki fingið váttað hópin hjá Ajax fyri hetta kappingarárið, men seinasta kappingarár spældi eitt nú tvífaldi danski evropameistarin, Kasper Nielsen á liðnum, eins og grønlendski profilurin Minik Dahl-Høegh er eyðsýndur.