Royna at loysa stóran vatnleka í Miðvági í nátt

Hóast nógva regnið í kvøld, minkar vatnið í brunnunum so skjótt, at tað tekur bara ein ella tveir tímar, so eru brunnarnir tómir, siga tey í Vága kommunu í kvøld

 

- Vatnlekin, sum varð funnin í Miðvági í dag og sum kunnað varð um fyrr í kvøld, er so stórur og álvarsamur, at hóast nógva regnið í kvøld, minkar vatnið í brunnunum so skjótt, at um 1-2 tímar verða brunnarnir tómir.

 

Soleiðis verður sagt á heimasíðuni hjá Vága kommunu í kvøld.

 

- Arbeiðsfólk hjá kommununi hava sett tiltøk í verk og fara undir at umvæla lekan í nátt. Vónin er, at arbeiðið verður liðugt í morginárini. Um tað tó ikki eydnast at gera alt liðugt, ella um eykalutir vanta, verður latið upp fyri vatnveitingini klokkan 07.30 á morgni.

 

Í Vága kommunu siga tey, at tey fara at kunna aftur um støðuna í morgin klokkan 07.

 

- Tá verður boðað frá, um neyðugt verður at steingja fyri vatnveitingini aftur klokkan 09, og hvussu leingi umvælingararbeiðið væntast at taka.

 

Kommunan mælir borgarunum til at fylgja við á heimasíðuni hjá kommununi fyri at halda seg dagførdan um gongdina.