Merz: Trump leggur einki í lagnuna hjá Evropa

Evropa skal stig fyri stig røkka óheftni frá USA í verjumálum, sigur vinnarin av týska valinum.

Nógv bendir á, at næsti kanslarin í Týsklandi verður Friedrich Merz. CDU-leiðarin er eins og fleiri aðrir evropeiskir leiðarar fyri, at Evropa skal styrkja sína egnu verju, soleiðis at meginlandið ikki er treytað av USA og Donald Trump, forseta. - Mynd: Ina Fassbender/Ritzau Scanpix

Evropa skal styrkja sína egnu verju og gera seg minni treytað av USA og amerikanska forsetanum, Donald Trump.

Tað sigur Friedrich Merz, hvørs flokkur, CDU, tykist vera tann størsti á valinum sunnudagin til Samveldistingið í Týsklandi, í einum floksleiðaraumfari sunnukvøldið í týskum sjónvarpi.

- Eg hevði ongantíð hugsað, at eg fór at siga hetta í eini sjónvarpssending, men eftir seinastu útsøgnirnar hjá Donald Trump í síðstu viku, er greitt, at amerikanarar í stóran mun eru líkasælir við lagnuna hjá Evropa, sigur Merz.

Konservativi týski leiðarin hevur leingi verið ein sterkur talsmaður fyri sterkum transatlantiskum sambondum.

Men longu áðrenn valið sunnudagin hevur Merz rætt hondina út til aðrar evropeiskar leiðarar um framtíðar felags strategiir, skrivar tíðindastovan TT.

- Fyri meg verður avgjørda raðfestingin at styrkja Evropa so skjótt sum gjørligt, soleiðis at vit stig fyri stig veruliga kunnu røkka óheftni frá USA í verjumálum, segði Merz á floksleiðarafundinum í týskum sjónvarpi.

CDU-leiðarin leggur afturat, at hann "hevur ongar tankar um tað, sum kemur úr Amerika".

- Eg eri sera spentur at síggja, hvat fer at henda millum nú og NATO-toppfundin síðst í juni, sigur hann.

Hann leggur tó afturat, at tað er ivasamt "um vit framvegis fara at tosa um NATO í verandi formi, ella um vit noyðast at raðfesta ein sjálvstøðugan evropeiskan verjuførleika".

Sambært fyrstu forsøgnunum eru CDU og systurflokkurin, CSU, settir at fáa yvir 28 prosent av atkvøðunum og eru sostatt vinnarar av valinum.

Tí er nógv sum bendir á, at Merz kemur í staðin fyri Olaf Scholz sum kanslari.

Á floksleiðaraumfarinum sunnukvøldið endurtók CDU-leiðarin eisini sína fordøming av "nýggju uppíblandingini í týska valstríðið hjá Elon Musk".

Amerikanski tøknimilliarderurin og nærmasti felagi hjá Trump hevur stuðlað høgraflokkinum Alternative für Deutschland (AfD), sum hevur eina Moskvavinarliga linju, í valstríðnum.

- Inntrivini úr Washington vóru ikki minni dramatisk og brasin enn tey, sum vit hava sæð úr Moskva, so vit eru undir stórum trýsti frá tveimum síðum, sigur Merz sambært tíðindastovuni AFP.

 

/Ritzau/

 

Nógv bendir á, at næsti kanslarin í Týsklandi verður Friedrich Merz. CDU-leiðarin er eins og fleiri aðrir evropeiskir leiðarar fyri, at Evropa skal styrkja sína egnu verju, soleiðis at meginlandið ikki er treytað av USA og Donald Trump, forseta. - Mynd: Ina Fassbender/Ritzau Scanpix