Brann og Gilli hava lagnuna í egnum hondum

Triðja umfarið á rað misti Rosenborg stig og endiliga megnaði Brann at taka av.

 

Brann Bergen og Gilli Rólantsson hava nú møguleikan sjálvir at avgera, um teir skulu gerast norskir meistarar. Ein sannur toppdystur verður sunnudagin, tá Rosenborg kemur á vitjan í Bergen.

 

Rosenborg setti stig til í oddastríðnum, tá teir í gjár spældu javnleik móti Lillestrøm á útivølli. Hetta er triðji dysturin á rað, at Rosenborg missir stig, men undanfarnu umførini hevur Brann ikki megnað at gera sær dælt av støðuni.

 

Í gjár bragdaði so aftur. Tríggjar teir seinastu dystirnar hevur brann tapt ein og spælt tveir javnar, men móti botnliðnum Stabæk í gjár bragdaði aftur.

 

Byrjanin var tó einki serlig, tí longu í sætta minutti fekk Stabæk eitt brotsspark, sum Franck Boli tó brendi. Í fyrra hálvleiki setti Vadim Demidov eisini bóltin á stongina, men inn vildi hann ikki, og Brann slapp tí út at hvíla seg í hálvleikinum, við støðuni 0-0.

 

Longu í triðja minutti í øðrum hálvleiki fekk Stabæk sett hol á, tá Franck Boli skoraði til 1-0. Tað gekk tó ikki leingi, einans fýra minuttir, so hevði Brann svarað aftur við máli hjá Henrik Johansen.

 

Í 74. minutti framdi venjarin hjá Brann tvær útskiftingar. Inn komu Gilli Rólantsson, sum annan dystin á rað byrjaði á beinkinum, og Daouda Karamoko Bamba. Og longu tríggjar minuttir seinni skoraði síðstnevndi sigursmálið.

 

Brann er nú tvey stig aftanfyri Rosenborg, nú fýra dystir eru eftir at spæla. Tann fyrsti av teimum er sunnudagin, móti júst Rosenborg, á heimavølli. Seinast liðini møttust, í Tróndheimi í mai, vann Brann 2-1. Tá legði Gilli Rólantsson upp til bæði málini. Í fjør vann Rosenborg báðar dystirnar, 3-0 í Bergen og 2-1 í Tróndheimi. Gilli Rólantsson skoraði málið. Hann hevur sostatt havt fingurin við í trimum teimum seinastu málunum, sum Brann hevur skorað móti Rosenborg.