Brann vann á útivølli móti Rosenborg

Gilli Rólantsson Sørensen var avgerandi, tá Brann í kvøld vann móti Rosenborg fyri fyrstu ferð síðani 2011

Gilli Rólantsson Sørensen og liðfelagarnir úr Brann hava fingið eina flúgvandi byrjan uppá kappingarárið í bestu norsku deildini, og undan dystinum móti Rosenborg í kvøld, var Brann framvegis ósigrað hetta kappingarárið og lá sum nummar eitt í deildini.

 

Brann skuldi tí av álvara standa sína roynd í kvøld, tá felagið skuldi spæla móti Rosenborg á útivølli. Rosenborg eru verandi meistarar í Noregi og liggja sum nummar tvey í deildini aftanfyri Brann.

 

Og Brann vísti av álvara, at hetta kann vera árið, har meistaraheitið aftur kann enda í Bergen. Hóast Rosenborg var á odda 1-0 í hálvleikinum, vendi Brann dystinum í seinna hálvleiki, soleiðis at dysturin endaði við 1-2 sigri til Brann móti Rosenborg.

 

Føroyski landsliðsleikarin, Gilli Rólantsson Sørensen, átti avgerandi leiklut í sigrinum í kvøld. Við góðum og langum innkøstum, átti Gilli Rólantsson Sørensen bæði uppleggið til 1-1 málið og til 1-2 málið.

 

Sigurin ber við sær, at Brann nú liggur seks stig sum nummar eitt í bestu norsku deildini eftir 12 umfør. Brann hevur higartil vunnið níggju dystir og spælt tríggjar javnar fyrstu 12 umførini og hava 30 stig, meðan Rosenborg er nummar tvey við 24 stigum.

 

Sigurin hjá Brann móti Rosenborg í kvøld var fyrsti sigurin hjá Brann móti Rosenborg síðani 2011.