Tað er nú greitt, at Brasil og Sveis koma víðari úr bólki F. Brasil vann 2-0 á Serbia, sum bara í løtum megnaði at hótta, meðan Sveis kemur víðari á øðrum plássi, eftir 2-2 javnleik móti Kosta Rika.
Brasil, sum nú skal spæla móti Meksiko í 1/8 finaluni, setti seg annars ikki ordiliga á dystin móti Serbia. Tað gekk eitt sindur strilti at fáa glið á spælið, men ein góð avlevering frá Philippe Coutinho til Paulinho útloysti fyrsta málið.
Í seinna hálvleiki økti miðverjin, Thiago Silva, tá hann við fremru stong stútaði eitt hornaspark frá Neymar í mál. Undan 2-0 málinum hevði Serbia sína bestu løtu, har liðið helst skuldi havt umsett onkran av málmøguleikunum til mál.
Í sigrinum eru tó eini ring tíðindini fyri Brasil, tí í fyrra hálvleiki mátti vinstri bakkurin úr Real Madrid, Marcelo, lata seg skifta út við skaða. Tá tað er sagt, so kom ein avbera góður avloysari á vøllin. Tað var Filipe Luis úr Atletico Madrid.
Sveis var tvær ferðir á odda móti Kosta Rika, men endaði við at spæla javnleik 2-2. Úrslitið merkir, at Sveis skal spæla móti Svøríki í 1/8 finaluni.
Bólkur F:
Brasil – Serbia 2-0 (1-0)
1-0 Paulinho, 36
2-0 Thiago Silva, 68
Sveis – Kosta Rika 2-2 (1-0)
1-0 Blerim Dzemaili, 31
1-1 Kendall Waston, 56
2-1 Josip Drmic, 88
2-2 Yann Sommer, 90 sjálvm
Støðan:
1. Brasil 7
2. Sveis 5
3. Serbia 3
4. Kosta Rika 1