Brasilia yvirhálar Spania, sum hevur ligið ovast á styrkislistanum hjá FIFA eftir at teir vunnu evropameistarakappingina í 2008. Portugal er nú mett sum triðsterkasta fótbóltstjóðin í heiminum, meðan Holland fellur niður á fjórða pláss.
Danmark fer eitt pláss aftur, og liggur nú á 35. plássi, meðan Norra er sterkasta fótbóltstjóðin av Norðanlondunum.
Føroyar standa í stað, og liggja vit sum nummar 125 á styrkislistanum hjá FIFA.
Styrkislistin hjá FIFA byggir á eina stigaskipan, har hvørt landið fær stig fyri sigrar og javnleikir, alt eftir hvussu týdningarmikil dysturin er og hvussu sterkt mótstøðuliðið er mett á styrkislistanum.