Brasilia?Føroyar tur/retur

Tá flogfarið lendi í Vágunum 3. august 2003, var ein ungur brasilianari við umborð. Hann hevði ongantíð verið í Føroyum áður og kendi ongan. Hann var fjálturstungin og spentur. Innan fyri glasrútin á flogvøllinum stóð ein familja og eygleiddi fólki, sum kom úr flogfarinum. Tey vóru somuleiðis fjálturstungin og spent. Tey skuldu nevniliga hýsa unga og fremmanda brasiliananum í eitt heilt ár.a

AFS
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo

? Vit teknaðu okkum sum vertsfamilju, tí Jóna, elsta dóttur okkara, júst hevði verið í Portugal í eitt ár við AFS, greiðir Birna Larsen av Oyrabakka frá. ?Vit høvdu upprunaliga ætlað at bíða eitt ár við at taka ein AFS næming, men hon yvirtalaði okkum til at gera tað beinanvegin. Vit teknaðu okkum, og tríggjar vikur seinni stóðu vit á flogvøllinum og tóku ímóti Matheus frá Brasilia. Vit høvdu biðið um onkran sum tosaði portugisiskt, so Jóna kundi halda sítt portugisiska við líka, eftirsum hon júst var heimkomin. Vit settu eisini sum treyt, at viðkomandi skuldi tosa enskt, so eg og Hans Pauli, maðurin, eisini fingu kommunikera við hann, minnist Birna.
Fyri Matheus sjálvan kom hetta ikki so knappliga í lag, sum tað gjørdi hjá Larsen familjuni. Hann avgjørdi eitt heilt ár áðrenn hann fór, at hann skuldi fara við AFS.
? Eg søkti um at sleppa til Danmarkar. Tey spurdu um Føroyar var í lagið. Eg visti ikki hvat Føroyar var, so eg segði bara ja, sigur Matheus á flótandi føroyskum. ? Áðrenn eg fleyg til Føroyar var eg á eini AFS legu í Danmark, sum skuldi fyrireika okkum uppá komandi árið. Har tosaði eg nógv við eina konu, sum bara tosaði negativt um Føroyar, so eg var eitt sindur keddur av at skula koma higar. Men nú eri eg ræðuliga glaður fyri at eg kom. Tað einasta, sum er eitt sindur keðiligt nú, er, at vit ikki fáa riv til døgverða í kvøld, sigur hann við einum stórum smíli og hyggur uppá "mammu" sína.
Ein fremmandur kallar meg mamma
? Sjálvandi eru tað nógvir tankar, sum mala í høvdinum, tá tú játtar at taka ein púra fremmandan ungling inn í húskið, sigur Birna. ? Eg var nervøs fyri hvussu hetta nú fór at rigga? Fór hann at trívast, fór hann at hóska inn í okkara familju? Hvussu fór hann at føla seg? Eitt ár virkaði ræðuliga leingi, tað má eg viðganga. Men nú, aftaná, vita vit ikki hvar tíðin er blivin av. Tað hevur sjálvandi ikki bara verið ein dansur á rósum, men tað hava heldur ikki verið nakrir trupulleikar, sum eru verdir at nevna. Men í byrjanini, tá vit t.d. øll sótu rundanum borðið og prátaðu og flentu, og hann ikki skilti nakað sum helst, tá tók mær ofta synd í honum. Vit tosaðu bara enskt við hann í byrjanini, so hann lærdi ikki nakað serligt av føroyskum. Ikki fyrr enn Jóna slóg nevan í borðið, og bað okkum gevast at tosa enskt við hann, fyri hansara egna besta, greiðir Birna frá.
? Eg hevði jú sjálv verið í júst somu støðu, brýtur Jóna inn. ? Eg minnist hvussu ringt tað var ikki at skilja nakað, men eg minnist eisini hvussu nógv lættari alt bleiv, tá eg endiliga lærdi málið. So eg setti hart ímóti hørðum, sigur hon. ? Tey tóku so synd í honum, men hann lærdi málið rættiliga skjótt, tá hann varð noyddur at duga tað, fyri at kunna kommunikera við onnur. Og tá hann lærdi málið fekk hann nógvar nýggjar vinir beinanvegin. Føroyingar eru so serir, teir vilja helst ikki tosa nakað annað enn føroyskt, so tað var ringt hjá honum fyrstu tíðina, sigur hon.
? Eina tíð hingu gulir seðlar allastaðni runt í húsinum, sum vit skrivaðu á, hvussu alt æt, gardinur, stólur, málarí, hurð o.s.fr. Tá lærdi hann tað ræðuliga skjótt, sigur Birna. Men eitt var málið, nakað annað var gerandisdagurin á Oyrabakka. Matheus er úr einum býi uttanfyri Sao Paolo, við 400.000 íbúgvum, so tað var eitt veruligt umskiftið.
? Tá Matheus kom til Føroyar hevði hann aldrin sett á borðið sjálvur. Hann hevði aldrin sæð eina trillubørðu og ongantíð lagt klæðir saman. Tað hava tey fólk til í Brasilia. So tað fyrsta vit gjørdu, var at seta okkum niður og práta um reglurnar í húsinum. Øll dekka borð, øll rudda og vaska upp eftir sær sjálvum, tú veit, sum man nú ger í Føroyum. Man hjálpist at. Tað skuldi hann venja seg við. Og vit skuldu øll venja okkum við henda fremmanda dreingin, sum kallaði okkum fyri mamma og babba.
? Tá eg kom, vóru tey í gongd við at stoypa túni. Eg skuldi hjálpa til, men eg hevði ongantíð fyrr sæð einar gummistivlar ella eina ketilsdrakt. Eg visti ikki hvat eg skuldi gera, fortelur Mathias og ristir við høvdinum.
Drápiligt land
Tann fyrsti smakkurin, sum Mathias fekk av serføroyska bygdarlívinum, var at fara við monnunum í familjuni eftir havhesti. Tað var ikki nøkur serliga positiv uppliving. Nú flennir familjan eftir hesum, men Mathias minnist hvussu ringt tað var.
? Tað fyrsta orðið, sum eg lærdi á føroyskum var "spýggja", og tað lærdi eg á tí túrinum. Havhesturin bara spýði og spýði, og tað rullaði so illa og var so ógvusligt fyri meg, at eg eisini bara spýði og spýði. Eg helt tað vera forferdiligt bara at hála høvdið av hesum fuglunum. Men seinni lærdi eg, at soleiðis ger man í Føroyum. Man drepur alt. Fyrst vóru tað havhestarnir, so kom flettingartíðin. Allur hesin seyðurin, hann bleiv bara slaktaður heima við hús. Høvdið av og blóð um tað heila. Og so gingu tað nakrar fittar dunnur her uttanfyri, knappliga mistu tær eisini høvdið og vórðu etnar. Og so mitt í tí heila var tað grindadráp. Men tá hevði eg vant meg við alt hetta drápið, sigur Mathias, meðan familjan flennir í kíki.
? Vit eta eisini seyð og kjøt í Brasilia, men vit drepa einki sjálvi, so tað mátti eg venja meg við, og tað var nokk so ringt.
? Men hann hevur verið raskur at royna, sjálvt um tað hevur boðið honum ímóti, sigur Birna forsvarandi. ? Táið teir flettu, gekk hann og mól uppí og royndi at hjálpa til. Men tað var ein sera sterk uppliving fyri hann. Tað einasta hann hevði sæð verða dripið fyrr, var havhesturin. Men hann hevur ongantíð verið bangin fyri at royna nakað nýtt, og tað hevur verið eitt stórt pluss fyri bæði hann og okkum. Táið grindadrápið var, stóð hann fyrst saman við okkum konufólkum og hugdi at. Men so brádliga segði hann, at hann vildi eisini vera ein føroyskur maður, og so leyp hann í vaðið. Hann var mitt í rokanum, við blóðugum sjógvi uppundir háls. Og tað dámdi honum væl, minnist Birna.
? Mær dámar ræðuliga væl tann føroyska matin. Alt uttan blóðpylsu og knettir. Tað besta eg fái eru riv. Men nú gleði eg meg allíkavæl at sleppa heim og fáa bønir, rís og salat, sigur hann við einum droymandi eygnabrái.
? Tú hevur ofta fingið salat frá mær, vil Birna vera við.
? Mamma, tað kann slett ikki samanlíknast, svarar Matheus aftur.
Táið prátið fellur á heimlandið Brasilia, kemur eitt lítið smíl til sjóndar. ? Nú gleði eg meg at sleppa heim aftur. Eg havi verið leingi burtur nú, og eg havi havt tað ómetaliga gott, men nú verður deiligt at koma heim til vinir og familjuna, sigur hann. Matheus greiðir frá, at tað serliga í byrjanini var ringt at vera so langt burturi. ? Tað vóru løtur, har eg bara hevði hug at liggja inni á kamarinum og hugsa um tey har heima. Men tað hevur allíkavæl ikki verið so ofta. Tey hava verið so góð við meg, og eg havi veruliga kent meg heima her á Oyrabakka, sigur hann.
Birna minnist eisini hvussu torført tað var, táið Matheusi longdist heim. ? Men vit hava roynt at verið her fyri hann, og hann hevur vitað, at hann altíð kundi koma til okkara og lossa av. Mangan havi eg tikið meiri synd í mammu hansara, sum hevur longst illani eftir honum. Eg veit sjálv hvussu tað kennist, tá eitt barn er so langt burturi og hevur onnur fólk, sum eita mamma og babba. Mær longdist illa eftir Jónu, tá hon var í Portugal, so eg havi skilt mammu hansara væl. Tá ung fólk hava tað stuttligt, hugsað tey ikki so nógv um at ringja heim til mammu sína. Tað er náttúrligt, heldur Birna.
? Mamma í Brasilia hevur ofta ringt og grátið, tí henni hevur longst eftir mær, men eg havi ikki havt tíð at práta við hana, tí eg havi skula út onkustaðni við mínum vinum. Tá fær man eitt sindur ringa samvittigheit. Men tá man hevur tað stuttligt, hugsar man ikki um at ringja heim. Tað ger man mest táið man leingist, sigur Matheus.
At læna eitt fremmant barn
? Eg havi mangan verið forferdiliga bekymrað um hann, nógv meiri enn um míni egnu børn. Tey kenni eg so væl, eg havi jú sjálv uppalt tey. Tey kenna føroysku viðurskiftini, og verða ikki tikin av bóli um okkurt óvæntað skuldi hent. Eg veit at tey klára seg. Tað var øðrvísi við Matheus, hann var púra fremmandur, og eg kendi ikki hansara máta at reagera uppá. So tað var sum at fáa eitt lítið barn í húskið aftur. Men eg havi loyvt honum alt tað sama, sum eg loyvi mínum egnu børnum. Eg havi bara verið meiri bangin um hann. Eisini tann tankin, at hetta er barnið hjá onkrum øðrum, sum eg nú havi ábyrgdina av. Hugsað tær, um okkurt skuldi hent honum, greiðir Birna frá.
? Eg havi verið hennara lítla baby, sigur Matheus, og so flenna tey bæði. Tað sæst týðuliga, at "mamma og sonur" eru ógvuliga góð við hvønnannan, og at tey eru sera tætt knýtt. Allatíðina prika og skjóta tey hvønnannan og flenna í kíki saman.
? Á summar mátar var tú eisini sum eitt baby, Matheus, sigur Birna og hyggur uppá hann. ? Men tú kundi ikki vita betur. Hon greiðir frá, at tað vóru nógv smáting í gerandisdegnum, har hann var púra hjálparsleysur.
?T.d tað, at hann ikki var vanur við føroyska vetrarkuldan, og ikki vildi lata seg ordiliga í, tí tað var hann ikki vanur við. Eg noyddist ofta at renna aftaná honum við húgvum og handskum, og fáa hann at lata seg í. So eg havi hjúklað nógv meiri um hann enn um míni egnu børn, sigur hon. Hon greiðir frá, at hann heimanífrá er vanur at hava eina housekeaper, sum ornar alt. Tí virkaði hann øgiliga hjálparleysur, tá hann kom, og ikki dugdi so frætt sum at leggja hosur saman.
? Men øll í familjuni hava tikið óalmindiliga væl ímóti honum. Tey skuldu eisini venja seg við, at tað kom ein fremmandur inn og kallaði tey omma, abbi, fastur o.s.v. Men tey hava tikið væl ímóti honum. Eg og maðurin hugsaðu eisini nógv um tað, áðrenn hann kom. Hann skuldi veruliga kenna, at vit vóru familjan hjá honum, og ikki bara tey fólkini, sum hann búði hjá, sigur Birna.
? Eg var eitt sindur bangin. Men eg hugsaði, at nú skal eg vera her í eitt ár, og hetta er mín familja. Sjálvt um eg ikki kenni tey, so má hetta verða familjan, tí eg havi ongan annan. Og tað hevur gingið fínt. Tey hava verið ordiliga fitt, sigur Matheus og smílist uppá mammu sína.
? Hann hevur verið so fittur og lættur at at hava við at gera. Tað hevur verið stuttligt at gjørt ymiskt fyri hann, tí alt imponerar hann. Hann verður so glaður. Tá er tað nemt at vera fittur, heldur Birna.
Ljósareytt kamar
? Eitt, sum vit settu sum okkara fyrsta mál, var at gera alt fyri at fáa dreingin at trívast, tó uttan at broyta okkara gerandisdag nakað serligt. Tað kostar nógv at fara við AFS, og tí vildu vit, at hann veruliga skuldi fáa eina góða uppliving fyri pengarnar. So vit hava roynt at verið góð við hann, og hann hevur merkt, at hann varð viðfarin akkurát sum hini børnini hjá mær. Júst tey somu krøvini verða sett honum og júst tey somu loyvini verða givin, sigur Birna. Hon sigur, at tað ikki krevst tann stóra peningaliga orkan, fyri at taka ein skiftisnæming. ? Tað er ikki tann stóri munurin at gera mat til 6 fólk ístaðin fyri 5. Og gerandisvørur, sum tannkrem og shampoo, tað er altso ikki nakað sum eg havi hugsað um. Tað skal keypast allíkavæl. Hann hevur havt sínar egnu lummapengar og klárað seg. Eg liggi heldur ikki og keypi uppá tey størru børnini hjá mær sjálvum. Tað klára tey sjálvi.
Birna sigur, at ein trupulleiki var, at tað einki kamar var tókt, tá tey settu sær fyri at taka Matheus. Øll børnini høvdu eitt kamar í part og so var eitt rúm, nýtt til pulturkamar. Tað bleiv ruddað og ætlað Matheusi. Kamarið hjá yngstu dóttrini, Randi, sum er 8 ár, var júst blivið sett í stand og var blivið ljósareytt og diddiligt. Men tá hon sá hetta lítla fitta kamarið, vildi hon heldur hava tað. So Matheus hevur búð í einum veruligum barbiedukku-kamarið. ? Men tað ger ikki petti, heldur Birna. Har hjartarúm er, har er eisini húsrúm, og vit hava klárað tað fínt.
? Um eg skal geva nakað ráð til onkran sum umhugsar ein skiftisnæming, so er tað bara at leypa útí tað. Tey hjá AFS duga sera væl at seta familjur og næmingar saman. Um tað ikki riggar, so riggar tað ikki. Øll fólk kunnu ikki saman, men tað eigur ikki at verða nøkur forðing fyri at royna, staðfestir Birna. ? Fáa tey ungu umsorgan, og um man roynir at skilja tey í teirra støðu, so gongur tað nokk. Tí so kenna tey seg trygg, staðfestir hon.
Lærurík tíð
? Eg eri broyttur nógv, hesa tíðina sum eg havi verið í Føroyum. Eg merki væl, at eg eri nógv meiri búgvin nú, enn tá eg kom, sigur Matheus. ? Eg havi gjørt alt, sum hoyrir bygdarlívinum til. Eg dugi at egna og eg dugi øgiliga væl at baka pannukøkur, sigur hann og flennir. ? Eg dugi eisini nógv betur við pengum nú. Tá eg kom, var tað ringt at fáa lummapengarnar at strekkja til ein heilan mánað. Eg dugi eisini betur at taka avgerðir og at hugsa meg um. Eg merki væl at eg eri búgvin. Tað fara vinirnir heilt sikkurt eisini at siga við meg, tá eg komi aftur til Brasilia, sigur Matheus.
Hann fortelur, at hann hevur gjørt nógv ymisk ting, sum hann aldri hevur gjørt áður. M.a. var hann í praktikk umborð á Brimli. Sjóverkur spældi inn, so tað gekk ikki so væl, men manningin var ótrúliga fitt og blíð. Hann hevur gingið á studentaskúlanum á Kambsdali, saman við systrini Jónu. Hann hevur upplivað, at fyri at eta kjøt, so má okkurt drepast. Hann hevur hildið ein fyrilestur á føroyskum um Brasilia, fyri eini stúgvandi fullari høll. Hann hevur spælt fótbólt við EB-Streymi og drukkið øl í garaguni saman við pápanum. Alt sum hoyrir bygdarlívinum til. Onkur daman hevur eisini verið, skilst á lagnum.
? Hetta er tað besta sum eg nakrantíð havi prøvað í lívinum, og eg havi havt eitt fantastiskt ár. Viðhvørt havi eg verið eitt sindur deprimeraður av ikki at síggja sólina alla vetrarhálvuna, men tað hevur ikki bilað allíkavæl.
? Vit hava havt hann sum ein av okkara, og vit hava havt hann við til alt, bæði jarðarferðir, gullbrúdleyp, brúdleyp og konfirmatiónir. So hann hevur upplivað bæði gleði og sorg, sigur Birna. ? Hendan síðsta tíðin hevur tó verið ein blandingur av báðum. Tað verður deiligt hjá honum at fara heim, men tað verður ræðuligt at skula siga honum farvæl. Her hava longu verið fult av ungfólki og familju og sagt farvæl við hann, so nú er alt eitt sindur trist, sigur Birna. ? Eg kann absolut anbefala øllum at taka ein næming inn í húskið í eitt ár. Tað er so forferdiliga stutt tíð, tá alt kemur til alt. Og man verður so góður við tey. Sjálvandi skal man geva nógv, men man fær so sanniliga eisini nakað afturfyri. Og fólk eru vælkomin at spyrja okkum, um tey ivast í nøkrum, sigur Birna.
? Vit fara at sakna hann ómetaliga nógv. Men vit fara at vitja hann í Brasilia, tá hann einaferð skal giftast, sigur hon og hyggur uppá hann.
? Tá mugu tit minnast til at taka riv við, sigur Matheus smílandi.