Flytingarvindeygað í teimum stóru deildunum í Europa letur í morgin upp aftur, og tí eru hópin av leysasøgum um leikaraskiftir í hesum døgum.
Serliga enska stórfelagið, Manchester United, sum hevur havt ein vánaligan december mánað ítróttarligt, verður sett í samband við fleiri nýggjar leikarar.
Bretskir miðlar skriva í dag, at Manchester United kann vera nær við at heinta ein nýggjan, brasilianskan leikara, afturat í hópin í januar. Talan er um offensiva miðvallaran hjá Lazio, Felipe Anderson, sum fleiri ferðir áður hevur verið settur í samband við Manchester United.
Harafturat verður kolumbianski, James Rodriguez, eisini settur í samband við eitt skifti til Manchester United.
Hóast spurnartekin kunnu setast við trúvirðið av slíkum leysasøgum, tykist eingin ivi vera um, at Manchester United fer at keypa onkran nýggjan leikara inn í hópin í januar.