Brasilski, Pelé varð valdur til aldarinnar fótbóltsspælara á sinni, og hann var ein sonn málmaskina, tá hann var aktivur fótbóltsspælari. Í 1.116 dystum fyri brasilska stórfelagið, Santos skoraði Pelé ikki færri enn 1.091 mál, also nærum eitt mál pr. dyst.
Pelé gjørdist á trimum sinnum heimsmeistari við Brasil. Hetta varð í 1958, í 1962, og í 1970.
Í samband við HM-endaspælið, sum var í Brasil í fjør summar var eisini nógv gjørt burturúr Pelé. Stutt undan, at endaspælið byrjaði lat Pelé-savnið upp í Santos.
Ætlanin hevur verið, at fótbóltsfjepparar úr Brasil, og úr øllum heiminum í stórum tali hvørja viku skulu koma á gátt at vitja Pelé-savnið. Kalkulerað varð við 1,2 miljónum vitjandi um árið, men soleiðis hevur als ikki verið.
Einans 57.000 fólk hava vitjað savnið teir fyrstu 10 mánaðarnir, og tað er ógvuliga langt frá talinum, sum upprunaliga var sett. Vánaliga atgongumerkjasølan dekkar bara helvtina av viðlíkahaldinum av Pelé-savninum.
Savnið hevur annars heili 2.500 persónligar ognir frá tíðini hjá Pelé, tá hann var yrkisspælari, og skuldi savnið tí verið áhugavert at vitjað hjá tí, sum hevur áhuga í fótbólti.
Hetta er enn eitt dømi um, at fólk í heila tikið leggja ikki so nógv í søgu, heldur ikki fótbóltssøgu, og skjótt verða tær gomlu hetjurnar gloymdar.
Á myndini sæst Pelé inni á savninum.