Komandi kappingarár fer 26 ára gamla Evelin Da Silva Mastropasqu at spæla við NSÍ. Tað boðaði felagið frá um vikuskiftið.
- Evelin er ættað úr Brasilia, og kom til Føroyar í 2021, at spæla við 07 Vestur. Í summar skifti Evelin til B36. Evelin er ein sterkur og arbeiðssamur miðvallari, sum er væl fyri tekniskt. Í 54 dystum, hevur hon skora heili 23 mál í bestu deildini hjá kvinnum. Hetta boðar frá einum miðvallara sum eisini skorar nógv mál, skrivar heimasíðan hjá NSÍ.
NSÍ bleiv nummar tvey í landskappingini farna kappingarár og vann steypakappingina. Higartil er eisini greitt, at Margunn Lindholm skiftir til KÍ frá NSÍ.